Álop

Álop er, tá lið spælir ímóti eini skipaðari verju og roynir at skapa sær frægastu skotroyndina. Spælarar eru oftast hugagóðir í hesum partinum av spælinum, tí allir vilja sleppa at skjóta mál. Barnavenjingin skal tí leggja stóran dent á at menna teknisku førleikarnir hjá tí einstaka, so at hesin hevur tey røttu amboðini til at skjóta.

Umráðandi er at menna evnini hjá tí einstaka, áðrenn byrjað verður við samanspæli. Skal barnið koma í góða skotstøðu, er umráðandi, at barnið skilur, hvussu tað einsamalt ella í samstarvi við annað barn kann spæla seg framvið verjuspælara. Barnið skal eisini læra um einstøku plássini, og hvussu liðið skipar seg á vøllinum.

Er økið ov stórt, kann tað vera trupult hjá smærri børnum at skapa sær eina heildarmynd, tí kann tað henda, at øll børnini troka seg saman á einum lítlum øki. Børnini eiga tí at læra, at tað kann vera ein fyrimunur, um tey flyta seg í eitt øki, har eingin annar er.

Í teimum eldru aldursbólkunum eigur álopsvenjingin í stóran mun at leggja dent á at menna serligar førleikar hjá tí einstaka og at venja serligu førleikararnar saman við venjingini, ið er tengd at ávísu plássunum. Spælarar skulu eitt nú læra fleiri skotmøguleikar frá ymsu plássunum.

Lættasti háttur at skjóta eitt mál er við langskoti ella at vinna støðuna ein ímói einum. Tí skulu hesir førleikar venjast umaftur og umaftur frá ymsu plássunum. Er spælari við serligum hegni á einum plássi, eigur venjarin at stimbra hansara førleikar, so at hesin spælari kann gerast úrmælingur á ávísa plássinum, heldur enn toluligur á fleiri plássum – tí tað er serstaki spælarin, sum í flestu førum avger dystir.

Í grundspælinum skulu spælarar læra at søkja at plássinum ímillum verjuspælararnar og harvið binda báðar, áðrenn kastað verður til viðspælara.

Førleikin hjá tí einstaka at kasta og lofta er alt avgerandi í álopsspælinum. Er ein avlevering miseydnað, missir álopsliðið fyrimunin og í ringasta føri eisini bóltin. Venjingin at kasta og lofta er grundleggjandi í álopsspælinum, og tí skal hesin parturin í venjingini hava høga raðfesting. Venjarin skal vegleiða og rætta so nógv sum gjørligt. Hjá børnum og óroyndum kann vera torført og møtimikið at hava rætta armstøðu, tí er skilagott at venja kast í styttri tíðarskeið, so at dygdin í kastinum alla tíðina er í lagi.

Spæl, har eitt nú tríggir álopsspælarar spæla ímóti trimum verjuspælarum, er vælegnað til álopsvenjing. Hetta kann venjast í síðuni ella mittfyri. At álopsliðið er ein fleiri, kann geva eina góða venjing, tí álopsroyndin hepnast oftari.

Ein loysn frá Sendistovuni