Ein góður hondbóltsspælari skal megna nógvar tekniskar førleikar. Flestu børn eru óroynd og á ymsum menningarstigum, tí hevur ein barnavenjari nógv at arbeiða við. Harafturat eru fleiri teknikkir og nógvar samansetingar, so uppgávan er avbjóðandi, tí hvat skal venjast fyrst? Skilagott er at leggja støðið í mun til, hvat spælararnir megna. Brúka kunnleikan til hondbóltsspælið saman við vitan um barna- og ungdómsvenjing til at meta um torleikastigið á venjingunum.
Eitt hent amboð at útvega sær eina heildarmynd, hvat skal venjast nær, er tekniska pyramidan.
Við støði í almennu rørslu- og motorisku førleikunum skulu grundleggjandi førleikar við nógvum endurtøkum venjast fyrst. Grundvenjingin skal áhaldandi venjast, røkjast og betrast, tí tær eru grundarlag til tær meira truplu rørslurnar. Hesar skulu venjast, tá spælarin hevur lært grundleggjandi teknikkin. Torføru og serstaku teknisku smálutirnir kunnu vísast ungum, royndum spælarum, so tey sjálvi kunnu royna seg. Harvið fáa tey nýggjar avbjóðingar og víðka tekniska kunnleikan.
Við árunum tekur tekniska venjingin í størri mun støðið í ovasta parti av teknisku pyramiduni. Ráðiligt er:
● at leggja eina ætlan, hvussu ymsu lutirnir skulu vísast og venjast
● at arbeiða við fáum venjingum í senn
● at brúka nógva tíð til grundvenjing, men broyt javnan venjingarnar, so tey samsvara við nógvu rørslurnar og flytingarnar, hondbóltsspælið krevur
● at royna av og á tekniskar smálutir, sum eru avbjóðandi og krevja framúr førleikar
● at bíða við servenjing og venjing, knýtt at ávísu plássunum, til U14-aldursbólkin
Venjingar skulu leggjast til rættis, so at spælararnir eru virknir og læra, samstundis sum tað er stuttligt. Venjarin greiðir stutt frá, tí annars keða spælarnir seg og gloyma at lurta. Spælararnir læra betri ígjøgnum eyguni enn oyrini, men læra mest við at royna seg. Venjarin skal vísa venjingina, greiða stutt frá, vísa einaferð afturat, og so lata spælararnar venja. Venjarin tekur seg burturfrá, so hann kann eygleiða allar spælararnar. Gongst illa hjá fleiri, rópar hann teir enn einaferð til sín, vísir umaftur og greiðir frá. Eru fáir, ið gera mistøk, leiðbeinir venjarin tann einstaka og minnist til at rósa, tá framgongd sæst.