Verjan er, tá liðið stendur í eini skipaðari støðu framman fyri egnum máli og á henda hátt forðar mótstøðuliðnum at skjóta mál. Verjan roynir samstundis at vinna bóltin. Ymisk krøv eru knýtt at plássunum, og álopsspælararnir hava ymsar dygdir, so verjuspælarin má skjótt megna at tillaga seg. Teknisku førleikarnir og taktiska fatanin hjá tí einstaka og liðnum í felag mynda samlaða verjupartin. Spælararnir skulu megna at verja frammi og afturi á vøllinum, harafturat í ymiskum verjuskipanum, men eisini, tá liðið er ein fleiri ella færri á vølli.
Flestu børn halda tað vera stuttligt at skjóta mál, og tí hevur álopsparturin størri áhugað enn verjuparturin. Álopsparturin skal hava størri raðfesting í barnavenjingum, tí børnini skulu duga væl at skjóta mál, men tað er ábyrgdin hjá venjaranum at motivera børnini til at verja og at rósa teimum.
Yngstu aldursbólkarnir venja ikki ítøkiligt verjuspæl, men við spølum og venjingum læra børnini henda partin. Royndir vísa, at børn helst vilja sleppa undan at røra hvønn annan, men nærdystir eru ein partur av spælinum og tí hendir tað ofta. Venjarin má tí leita fram spøl og venjingar, har børnini sleppa at beistast í royndini at vinna bóltin, tí so gerst hetta ein natúrligur partur í spælinum.
Verjuvenjingin hjá U10 skal miða eftir, at spælararnir einsæris og í felag skilja uppgávurnar í verjustøðu, tá mótstøðuliðið hevur bóltin. Skal einstaki spælarin skilja uppgávuna, verður vant í smáum bólkum, t.d. 1:1 og 2:2, tí tá eru nógvar atsóknir og nertingar, samstundis sum spælarin kemur í støður, har hann sjálvur skal velja frægastu loysnina. Skulu einstaklingarnir skilja felags verjuuppgávurnar hjá liðnum, mugu 3 ella fleiri venja saman. Hetta skal roynast/venjast við ymsari fjarstøðu frá málinum, og venjarin má vegleiða teir spælarar, sum hava tað trupult við at skilja heildarmyndina.
Venjarin hjá U10 aldursbólkinum eigur at kunna spælararnar um ymsar verjuskipanir í hondbólti og í venjingartíðini læra børnini um einstøku plássini.
Verjuvenjing fyri tann einstaka Trý øki hava serligan týdning í verjuspælinum; at takla, at bóltfanga og at blokka. At takla og bóltfanga skulu venjast mest. Spælarin skal geva hesum gætur.
o Røtt beinstøða, so spælarin stendur skákstillaður ímillum málið og álopsspælaran við útgangsstøðu í skotarmi hjá áleypara
o Røtt javnvág og beinfimi eru umráðandi, skal spælarin standa rætt.
o Røtt ferð og frástøða, so at spælarin arbeiðir í somu ferð og kann takla áleyparan røttu løtuna.
o Framfýsni, har verjuspælarin tekur initiativið frá álopsspælaranum. Tað er galdandi á øllum plássum og í øllum verjuskipanum, at verjuspælarin ræður fyri, so at áleyparin hevur avmarkaðar møguleikar.