Styrkivenjing

Hondbóltur setir høg krøv til smidleika, skjótleika og styrki. Styrkivenjing aktiverar fleiri nervatræðrir og betrar nervalagið, so heilin sendir boðini skjótari til vøddarnar. Endurtøkurnar hava við sær, at kroppurin fær betri tamarhald á vøddunum og minni orka verður nýtt – kroppurin styrknar og gerst kvikari.

Tað er hugaligt at styrkivenja fyrstu 8-10 vikurnar, tí framgongdin er stór. Tá er tað serliga samskifti sum batnar, tí nervarnir bera skjótari og neyvari boð til vøddarnar í økinum, og kroppurin lærir at brúka megina. Heldur styrkivenjingin fram eftir røttum leisti, styrkna vøddarnir eftir 10-12 vikur, tí nerva- og vøddatræðrirnir gerast fleiri.

Hondbóltsspælari hevur í stóran mun brúk fyri styrkini, tí spælarin kemur javnan í støður, har hann skal megna at flyta seg í allar ættir, hoppa høgt, skjóta hart og taka skundavgerðir. Harafturat kemur spælarin ofta í nærdystir við mótstøðuspælarar.

Ein týðandi spurningur er, um børn og ung skulu venja eftir somu leiðreglum sum vaksin. Ella um tað er frægari at leggja til rættis eina skipaða læruætlan, ið mennir og fyrireikar børnini til hondbólt í seinni árum.

Ætlanin hjá HSF leggur upp til, at mennast skulu spælarar, ið eru skjótir, fimir og sterkir, tí tað skal viga upp fyri eitt nú hædd og tyngd, tá luttikið verður í altjóða kapping.

Fleiri ræðusøgur eru knýttar at styrkivenjing við børnum. Sagt verður eitt nú, at styrkivenjing hevur elvt til álvarsligan skaða hjá børnum. Frálæran í hesi læruætlan gevur vónandi innlit í, hvussu skilagóð barna- og ungdómsstyrkivenjing verður løgd til rættis, so hon mennir barnið.

Tað er sum áður nevnt átrokandi neyðugt, at venjarin hevur holla vitan um kropsbygnaðin, og hvussu børn og ungdómar mennast, tá styrkivenjingar skulu leggjast til rættis.

Vøddarnir hjá pinkubørnum byrja alt fyri eitt at styrkna, og tað gongur skjótt fyrstu tíðina; tey venda sær á búkin, byrja at grulva, reisa seg, taka nøkur fet o.s.fr.

Menningin heldur fram í barnaárunum, serliga við óskipaðum spæli, har børn hoppa og dansa, klintra, lyfta hvønnannan, kasta við ymiskum og spæla spøl. Venjingarnar í feløgunum eiga tí at byggja víðari á ymisk spøl við avbjóðandi rørslum, har tvey og tvey eru saman, lítil mótstøða og nógvar endurtøkur.

Ein loysn frá Sendistovuni