Varandi venjing

Skal spælari orka at spæla ein heilan dyst, mangan við høgari leikferð, krevst ein ávís renniorka. Eisini krevst ein góður grundformur, um spælari skal megna venjingarmongdina, kanska serliga í ungdómsárunum, tá spælari íðkar fleiri ítróttagreinar. Legg til merkis, at kroppurin veksur hesi árini, og tí er hann sera viðbrekin.

Til spælari er um 14 ára aldur, er nóg mikið við tí renning, sum er partur av vanligu hondbóltsvenjingini og dystunum, men so gerst eisini neyðugt at venja skipaða konditiónsvenjing.

Sum áður nevnt, kunnu vøddarnir arbeiða við ella uttan ilt, og tí verður rennivenjing vanliga greinað sundur ímillum aeroba og anaeroba venjing. Í hondbólti skal spælari stundum renna skjótt í mótálop ella í skjóta verju. Orkan til hesar rørslur, har vøddarnir arbeiða maksimalt, kemur í høvuðsheitum frá anaerobu orkuskipanini. Arbeiða vøddarnir meira hóvliga eitt longri tíðarskeið, kemur orkan í stóran mun frá aerobu orkuskipanini.

Allir spælarar hava styrkir og veikleikar. Í øðrum ítróttargreinum, eitt nú í frælsum ítrótti, leggur íðkari seg stundum eftir tí greinini, har hann hevur serliga styrki. Í hondbólti skulu spælarar hava ymiskar førleikar, har aeroba- og anaeroba venjingarstøðið bert er ein partur.

 

Aerob og anaerob venjing
Hondbóltsspælið rúmar tíðarskeiðum, har spælari rennur við hóvligari ferð, men eisini tíðarskeiðum har spælari rennur skjótt, broytir kós, spurtar í álop o.s.fr. Tað merkir, at tað verður alla tíðina skift ímillum orkukeldurnar í mun til, hvat spælarin ger á vøllinum.

Øll, sum hava spælt hondbólt, vita, at møðin ger um seg, tá dysturin líður móti endanum, ella tá venjingin nærum er liðug. Møðin sæst serliga væl, um sami spælari rennur fleiri skjótálop innan stutta tíð. Fær hesin spælari ikki hvílt seg eina løtu á beinkinum, minkar renniferðin so líðandi, ella so gongur orkan hjá spælaranum undan, og hann má gevast.

Endamálið við aerobari og anaerobari venjing eigur tí at vera:

● at økja um maksimalu renniferðina
● at økja talið á ferðum, har spælari megnar at endurtaka ein spurt og samstundis minka um steðgin ímillum tveir spurtir
● at útseta tíðspunktið, har spælari gerst troyttur

Hondbóltsspælarar skulu tí venja bæði aeroba- og anaerobar venjingar.

 

Aerob venjing
Munadyggasti mátin at venja aeroba tilfeingið (kapasitetin) er intervalvenjing, tí kroppurin verður tá tyngdur við hóskandi arbeiðsbyrðu, og venjingin gevur úrslit nærum beinanveg. Hóvlig renning kann brúkast í upphiting ella til at bróta frá venjing við høgari ferð, men intervalvenjingin gevur besta úrslit.

Intervalvenjing kann broytast, so intervallini eru ymisk í longd og tali, og hvíldin ímillum intervallini er ymisk.

Aeroba venjingin tyngir hjartað mest møguligt. Runnið verður ávíst tíðarskeið við høgum pulsi, men ikki so skjótt, at talan er um anaeroba ferð. Intervallini kunnu verða lutfalsliga long. Hvussu nógvar endurtøkur avgerð venjingarstøðan hjá spælaranum. Tað er skilagott at leggja út við fáum endurtøkum og so heldur økja talið, tá venjingarstøðan batnar. Fyri at tryggja, at spælarin arbeiðir við røttum intensiteti, verður pulsurin mátaður ímillum intervallini. Spælarin kann eisini nýta pulsur.

 

Anaerob venjing
Verður arbeitt við høgari ferð eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið, er talan um anaeroba venjing. Spælarin økir ferðina skjótt, og steðgar somuleiðis skjótt.

Anaerob venjing er ógvuliga hørð venjing, har spælararnir blíva ógvuliga troyttir, og tí kann hetta ávirka aðra venjing aftaná.

Anaeroba venjingin skilir seg frá aerobari venjing við, at intervallini eru styttri, ferðin er hægri, og hvíldin ímillum intervallini er væl longri enn arbeiðstíðin.

Ein loysn frá Sendistovuni