Smidleikavenjing

Smidleiki er at vera kringur, liðiligur og lættur á fótum. Hondbóltur krevur eitt nú, at spælarar skulu hoppa høgt, og tí má hetta venjast frá ungum aldri. At hoppa høgt er treytað av vøddastyrki, evni at gera nógva orku skjótt og teknikki. Hondbóltsspælari skal eisini læra at detta, og stutt eftir vera á fótum aftur.

Smidleikavenjing er grundarlag til rørslurnar, har vaksni kroppurin nýtir nógva megi og samstundis toyggir ella boyggir seg, alt hann er mentur. Er smidleikavenjing fastur táttur í venjingini hjá íðkarum 14 til 16 ár, verður kroppurin fyrireikaður til hesar rørslur. Royndir frá frælsum ítrótti vísa, at hesir íðkarar hava færri vøddaskaðar enn børn og ung, sum ikki hava vant smidleika í ungum árum. Smidleikavenjing er í høvuðsheitum teknisk venjing.

Í ymiskum spølum venja børn smidleika við eitt nú at hoppa band, lakka, renna undan o.s.fr. Slík venjing er stuttlig, sosial og stimbrar rørsluførleikar so sum rútmu og javnvág. Eisini lærir henda venjing unga spælaran at nýta hóskandi orku, tá hann skal kvika sær, steðga eina løtu og so aftur í gongd.

Smidleikavenjing ávirkar skjótleikan og er ein av fortreytunum, tá spælarin seinni skal venja styrkivenjing. Reiðskapur er væl egnaður at nýta í smidleikavenjing, og einans hugflogið setir avmarkingar. Skal framgongd vera í venjingini, eigur venjingin sum frá líður (12-14 ár) at líkjast venjingum, sum eru í samsvari við hondbóltsrørslur.

Venjarin skal við jaligum afturmeldingum rætta og vegleiða spælaran at brúka best hóskandi teknikk, so tann einstaki í mest møguligan mun verður eggjaður.

Fjølbroyttar venjingar skapa trivnað og gleði, og tær eru avbjóðandi fyri tann einstaka. Henda venjing er samstundis skaðafyribyrgjandi.

Tú kanst gera eina fjølbroytta venjingarskrá soleiðis:

● broyt javnan venjingar
● brúka ymiskan reiðskap, so sum hekkar, benkur, kassar, trappur, keylir v.m.
● broyt hæddina ella frástøðuna millum reiðskapin
● brúka ymisk undirløg sum máttir og brettir til javnvág v.m.
● ven í fimleikahøll og brúka reiðskapin har
● ven uttandura á ymiskum lendi; eitt nú á grasi, í sandi ella ójøvnum lendi

Ein loysn frá Sendistovuni