Styrkjandi venjing

Tá børn eru okkurt um 12 ára aldur, gerst venjingin meira skipað, og dentur verður lagdur á sonevndar core-venjingar, ið styrkja kropsbulin, so at javnvágin er góð um mjadnarnar.

Vøddarnir um bulin eru annaðhvørt festir í ryggin ella kokuna. Teir syrgja fyri, at ryggurin kann flytast, snarast og boyggjast. Bul-vøddarnir, sum eisini verða nevndir core-vøddar, eru avgerandi fyri, hvussu nógv megi kann flytast frá undirkroppi til yvirkropp og umvent. Veikari bulvøddarnir eru, meira orka fer til spillis í umskiftinum millum undir- og yvirkropp.

Sum dømi kunnu vit nevna skotið í hondbólti, sum byrjar við eini vríggjan í kokuni, t.v.s. undirkroppinum. Síðani verður megin flutt til yvirkroppin, sum harnæst vríggjar. Í samsvari við at bulvøddarnir styrkna, eigur skotið hjá spælara eisini at gerast harðari.

Børn um 12 ára aldur skulu eisini læra at gera øvilsini rætt, tvs. tey skulu læra rætta teknikkin. Hetta verður í byrjanini gjørt við egnari vekt, og sum frá líður ber til at brúka eitt nú kustaskaft ella líknandi amboð. Heilt lættar vektir kunnu eisini takast við í venjingarnar. Somuleiðis vísa kanningar, at venjingar við løttum medisinbóltum hava góð árin á kroppin og eru við til at betra teknikkin at lyfta vektir.

Ein sterkur kropsbulur er grundarlagið til ein sterkan kropp, og kropsbulurin er avgerandi, tá spælararnir fara frá barna til ungdómsvenjingina í 14-16 ára aldri, tí tá gerst styrkivenjing ein meira vanligur partur av dagligu venjingini, og venjing við leysum vektum byrjar í smáum

Ein loysn frá Sendistovuni