Konditiónsvenjing, børn og ung

Tað er ongin ivi um, at aerob og anaerob venjing hevur stóra ávirkan á vaksnar og ungar spælarar, kanska serliga í og eftir tannárini. Kanningar vísa, at áðrenn tannárini hevur henda venjingin onga serliga ávirkan á børnini. Tí eigur onnur kropslig venjing at verða raðfest, tá ein leggur teirra venjingar til rættis, tvs. venjingar upp til á leið 14 ára aldur.

U14: Vanliga verður viðmælt, at rennivenjing ikki skal raðfestast serliga høgt hjá U14 spælarum, sum ikki eru komnir í tannárini, tí ávirkanin er so lítil. Eru harafturímóti nakrir spælarar, sum eru um at verða lidnir við tannárini, ber til at fáa góð úrslit, um ein venur aeroba venjing við teimum.

Venjingin hjá teimum kann vera eina til tvær ferðir um vikuna í sambandi við venjing í høll, og venjingin skal í mesta lagi vara ein ½ tíma hvørja ferð. Skift í kappingarárinum av og á ímillum vanliga renning og intervalvenjing.

U16: Rennivenjingin hjá U16 spælarum skal síggjast sum ein partur av samlaðu menningini hjá spælarunum. Menningin tekur tíð og varar í fleiri ár. Ábyrgdarfull kropslig venjing gevur spælarunum tíð til at arbeiða við at betra teirra konditión, til eitt skilagott støði er nátt.

U16 spælarar eiga í sambandi við hallarvenjing at rennivenja 2-3 ferðir um vikuna. Tey eiga at venja bæði aeroba og anaeroba venjing, men við høvuðsdenti á tí aerobu venjingina.

Intervalvenjingarnar í báðum venjingar háttunum eiga javnan at broytast. Fyri at síggja framgongd skal venjingarmongdin og ferðin í venjingunum økjast so líðandi, t.v.s. at endurtøkurnar í intervalvenjingunum gerast fleiri, og vanligu renningarnar gerast longri.

Alt fleiri av okkara U16 spælarum fara á hondbóltsskúla í Danmark og aðrastaðni. Hetta hevur í flestu førum við sær, at venjingarmongdin økist heilt nógv, tá teir byrja á skúlanum. Hesir spælarar eiga at fáa skilagóða kropsliga venjing í tíðarskeiðnum, áðrenn teir skulu avstað, so at nógv broytta venjingarmongdin ikki verður so hørð og tyngjandi fyri kroppin. Henda fyrireikandi venjing eigur at leggja dent á styrki og aeroba venjing.

U18: Tá venjingin hjá U18 spælarum verður løgd til rættis, skal man framhaldandi hava langsiktaðu menningina í hásæti, samstundis eigur man at taka fyrilit fyri samlaðu venjingarmongdini hjá liðnum og tí einstaka spælaranum. U18 spælarar, sum hava vant skipaða venjing frá ungum árum, kunnu nú økja venjingarmongdina og ferðina í venjingunum í mun til U16 spælarar.

Ungir spælarar, sum hava serligar gávur, gerast tíðliga áhugaverdir fyri venjarar hjá besta vaksnamannaliðnum í felagnum og blíva tiknir upp at venja og spæla dyst saman við teimum vaksnu. Her er avgerandi, at tað er fyri spælarans besta og ikki fyri at tippa eitt ” hol ” á vaksnamannaliðnum, og at ungdómsspælarin kropsliga og sálarliga er búgvin til slíka stóra avbjóðing. Um hetta verður gjørt eftir einari miðvísari ætlan og í samstarvi við ungdómsvenjaran, sum kennir spælaran frægast, kann tað geva meining. Men best er, at ungdómsspælarar sleppa at menna seg saman.

Ein loysn frá Sendistovuni