Skjótleika venjing

Skjótleiki er at flyta seg sum skjótast á vøllinum frá einum til annað stað, og tá verður anaeroba orkutilgongdin brúkt. Hvussu skjótt ein megnar at flyta seg frá A til B er treytað av vøddastyrki, evni at gera nógva orku skjótt, orkugoymslunum og teknikki.

Skal spælari renna skjótt, má hann fáa góða vegleiðing í barna- og ungdómsárunum. Fyrst skal spælarin læra rætta tekniska renniførleikan, og tá hevur ferðin minni týdning, tí vøddastyrkin er enn ikki ment.

Hetta tíðarskeið venja børnini skjótleika í ymiskum spølum, so sum at spæla pikk og renna boðrenning. Ein fjøltáttað rørsluvenjing gevur eisini skjótleika.

Fyrstu tannárini verður skjóleikavenjingin meira skipað og løgd til rættis, men venjarin lærir spælaran framvegis at betra teknikkin. Spælarin búnast og styrknar, førleikin batnar, og tá hevur skjótaleikavenjingin meira dent á ferðina. Hetta er hørð venjing, har endurtøka krevur lutfalsliga langa hvílitíð. Vanliga verður sagt, at hvílitíðin er 10 ferðir arbeiðstíðina. Fyrstu tannárini er skjótleikavenjingin 4 til 8 endurtøkur, hjá teimum meira royndu 8-15 endurtøkur og hjá vaksnum 20 ella fleiri endurtøkur.

Skjótleiki kann venjast á ymsan hátt, og stundum verða vektir og elastik brúkt fyri at økja mótstøðuna. Verður hetta nýtt við skili og avmarkað tíðarskeið, kann tað betra um úrslitið. Hesin venjingarháttur er bert tilætlaður seinastu tannárini.

Skjótleikavenjing krevur, at spælarin sum heild er væl fyri kropsliga, tí venjingin er hørð fyri kroppin, og tað er stórur vandi fyri at fáa vøddaskaða.

Ein loysn frá Sendistovuni