Grundhugsanin við metingarspæli er, at spælararnir á liðnum, sum er í meirluta á vølli, skulu megna at velja røttu loysnina í eini givnari støðu. Hetta er loysnin, har spælarin, sum skjýtur er minst órógvaður, so at liðið fær frægasta málmøguleikan.
Skulu vit menna góðar álopsspælarar, er metingarspæl kanska týdningarmesti liðurin, tí bæði í skjótálopi og skipaðum álopsparti koma spælarar ofta í støður, har frægasta loysnin skal veljast.
Metingarspæl er eingin trygd fyri, at liðið fær mál, men venjingarhátturin tryggjar, at liðið fær frægasta málmøguleikan. Ein annar vinningur við hesum venjingarhátti er, at førleikarnir hjá tí einstaka at hugsa sjálvstøðugt mennast, og tað betrar um spælforstáilsi.
Tá vit venja metingarspæl, hevur álopið ein fyrimun, tí tað er í meiriluta. Men førleikarnir, sum spælararnir fáa frá metingarspælinum, kunnu nýtast í øllum skipaðum álopsspæli, har liðið fyrst skal vinna sær ein fyrimun. Spælari, sum dugir at finta, kann t.d. vinna liðnum ein fyrimun, og sami fyrimunur kann vinnast við bæði kross- og press-spæli.
Av tí at førleikin frá metingarspæli ikki kemur til sín rætt, fyrr enn liðið er komið í eina meirilutastøðu, er týdningarmikið at venja 1:1-støður, kross-spæl og press-spæl, sum kunnu geva liðnum ein fyrimun. Tað hevur eisini týdning, at spælarar brúka orku at vinna liðnum henda fyrimun.
Tá metingarspæl verður vant, skal dentur leggjast á, at spælarin við bóltinum altíð roynir sín egna møguleika fyrst. Ikki fyrr enn verjan hevur syrgt fyri, at aðrir spælarar á álopsliðnum hava ein størri málmøguleika, skal spælarin við bóltinum velja bestu loysnina.
Tá metingarspæl verður vant, er ein afturvendandi feilur, at spælarin við bóltinum metir ov tíðliga um støðuna. Tað er umráðandi, at spælarin metir um støðuna so seint sum gjørligt, og at mett verður í mun til, hvat verjuspælararnir gera.
Ein fortreyt at venja dystarstøður er, at bæði við- og mótspælarar eru til staðar. Dystarstøður við færri spælarum og einum greiðum endamáli geva ofta frægasta úrslitið.
Venjarar eiga støðugt at vegleiða spælarar og fáa teir gáa um valdu loysnina, eisini tá metingarspæl ikki beinleiðis er á skránni í venjingartíðini. Hetta skal gerast í mun til førleikar og royndir hjá spælaranum.
Metingarspæl skal eisini síggjast í eini størri heild, tí í dysti kemur einstaki spælarin alla tíðina í støður, har hann skal velja frægastu avgerðina. Verjuspælarin á liðnum, sum er ein færri á vølli, skal sanniliga eisini duga at velja frægastu loysnina, so at verjuspælið órógvar mest møguligt áleyparan, sum ætlar sær at skjóta. Tí skal metingarspæl eisini venjast við øvutum fortekni, har fokus er á verjupartin og at velja frægastu loysnina í givnu verjustøðuni.