Lionsbikarið 2021

StÍF, VÍF og H71 leggja til brots. Dystirnir um Lionsbikarið í hondbólti hjá kvinnum og monnum verða spældir sunnudagin 5. september, og hesaferð verður tað Epilepsifelagið, ið fær ágóðan.

Eitt kappingarár í hondbólti stendur fyri framman, og nú sunnudagin verður tað skotið í gongd við dystunum um Lionsbikarið hjá bæði kvinnum og monnum, sum verða spældir í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

StÍF-kvinnurnar, sum vunnu føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð síðsta vetur, skulu í sínum stórsteypadysti møta H71-kvinnunum, sum annað árið á rað vunnu steypakappingina. Tann dysturin byrjar sunnudagin klokkan 14.

Og hjá monnum stendur stórsteypadysturin millum føroyameistararnar úr VÍF, sum nú eru uppi á 24 meistaraheitum, og steypavinnararnar úr H71, sum hava vunnið steypakappingina fýra av seks teimum síðstu ferðunum. Hesin dysturin byrjar sunnudagin klokkan 16.

Dystirnir um Lionsbikarið eru sum vanligt samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og umframt at vísa okkum, hvussu nøkur av toppliðunum í fjør eru fyri í ár, er endamálið at savna pengar inn til vælgerðarendamál.

Epilepsifelagið fegnast
Í ár verður tað Epilepsifelag Føroya, ið fær ágóðan av dystunum um Lionsbikarið í hondbólti og stórsteypadystunum í fótbólti, ið verða spældir til várs. Eins og seinnu árini verður samlaði ágóðin frá øllum fýra dystunum latin.

– Hetta kemur sum vera man sera væl fyri hjá okkum, tí vit eru eitt felag uttan stórvegis inntøkur. Vit liva av okkara limagjaldi og eini lítlari pulju frá MEGD, so at onkur hugsar um okkum upp á henda mátan, eru vit sera takksom fyri, sigur forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Sørensen.

– Epilepsi er kanska nakað, ið ikki viðkemur so øgiliga mongum, sum so nógv annað, hóast tað eru einir 350-400 føroyingar, ið hava epipelsi. Hetta er ein tabumerkt sjúka, so vit fegnast um hvørt høvi at fáa sjúkuna fram í ljósið við upplýsing og kunning.

Sum sagt, er dystarskráin fyri Lionsbikørini tann sunnudagin, at klokkan 14 spæla kvinnurnar hjá StÍF og H71 og klokkan 16 spæla menninir hjá VÍF og H71. Landskappingin í hondbólti eina viku seinni, vikuskiftið 11./12. september.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni