Lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum

Hósdagin 20. apríl kl. 16.00 verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá kvinnum.

31 lið eru styrkismett í 4 bólkar og er Føroyar styrkismett í triðja bólki. Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari til endaspælið saman við fýra teir bestu 3´ararnir. EM í 2026 verður leikt í Sveis, Eysturríki og Ungarn.

Lutakastið verður stroymt á ehftv.com og youtube hjá EHF.

Les meira um lutakastið her:
Pots for Women’s EHF EURO 2024 Qualifiers announced (eurohandball.com)

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni