Manslandsliðið savnast til venjingar

Nú landsliðsteðgur verður í europeisku kappingunum, savnast føroyska manslandsliðið til venjingar í Føroyum komandi tvær vikurnar.

Landsliðsvenjararnir hava úttikið ein breiðan bruttophóp á 28 leikarar til venjingarnar fyrru vikuna, meðan hópurin kemur at telja 20 leikarar seinnu vikuna. Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum, ávikavist á heimavølli við Tjarnir, mikudagin 12. mars, og á útivølli í Almere, sunnudagin 16. mars.

Hesir leikarar eru úttiknir til venjingarnar:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Útileikarar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Jónas Gunnarsson Djurhuus FIF Håndbold (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf, (GER)
Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi (Valur)
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur, (ISL)
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Luttaka frá 7. – 12. januar:
Bogi Hansen, FIF Håndbold (DEN)
Hallur Arason, Afturelding, (ISL)
Niklas Højgaard, Skovbakken IF (DEN)
Sveinur Olafsson, Afturelding (ISL)
Julian Kragesteen, Køge Håndbold (DEN)
Pauli Høj, Neistin
Sjúrður Olsen, VÍF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Rókur Ziskasson, H71

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni