Vitjaðu heimavøllin

A-landsliðið hjá monnum venur saman hesa og næstu viku í Føroyum. Eftir venjingina í Hoyvíkshøllini í morgun varð farið yvir í nýggju stórhøllina við Tjarnir, har Tummas Justinussen, ein av stigtakarunum til verkætlanina, og sum situr í bygginevndini, vísti runt og greiddi frá.

Høllin verður eftir ætlan tikin í nýtslu um ein góðan mánað og verður hon nýggi heimavøllurin hjá føroysku hondbóltslandsliðunum. Myndin er tikin á komandi skrivstovuni hjá HSF við Tjarnir, har umsitingin fer at halda.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni