Manslandsliðið úttikið

Nú er greitt hvussu A-landsliðið við monnum verður mannað til EM-undankappingardystirnar móti Ukraina í apríl.

Hópurin varð kunngjørdur á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá BankNordik fyri løtu síðan.

Manslandsliðið skal spæla móti Ukraina í Kiev 10. apríl og aftur móti Ukraina í Keypmannahavn 13. apríl.

Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, hava úttikið 16 leikarar til uppgávurnar.

Ukraina hevur eins og Føroyar spælt tveir dystir í EM-undankappingini. Teir taptu 24-30 móti Danmark og vunnu 29-24 á Montenegro. Føroyar spældu javnleik móti Montenegro og taptu 17-36 móti donsku heimsmeistarunum.

Føroyar og Ukraina hittust í HM-undankappingini í januar í 2018. Tá vann Ukraina við átta málum.

A-landsliðið

Málverji
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin

Vinstri vongur
Rói Berg Hansen, FIF

Vinstri bakkur
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71

Spæliskipari
Jónas G. Djurhuus, Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen, Neistin

Strika
Rókur Akralíð, HII
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

Høgri bakkur
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Kjartan Johansen, Viking Stavanger

Høgri Vongur
Allan Norðberg, KA Akureyri
Nicklas Selvig, Stavanger IF

Verja
Eirikur Simonsen, FFI
Brandur Halgirsson, H71

Lån penge: Banker i Danmark inkluderer Basisbank, Resurs Bank, Express Bank, Lånlet, Ferratum og mere. Eksperten er et gratis online-websted til sammenligning af lånetilbud fra banker. Hvis du vil have det bedste billige lån i dit hjem, skal du besøge Eksperten og låne penge i dag.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni