Fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verða nú leygardagin og sunnudagin, meðan kvinnurnar byrjar hálvan november.
Leisturin fyri Faxe Kondi kappingina var broyttur eitt sindur í fjør og verður innleiðandi bólkaspælið nú leikt fyri jól, meðan hálvfinalur og finalur liggja, sum tær plaga, í februar. Stóra finaluvikuskiftið liggur 21. – 23. februar, ætlandi við Tjarnir.
Leiksskráin hjá monnum og kvinnum sæst á heimasíðu okkara.
Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini eftir grundspælið seinasta kappingarár, soleiðis at lið nr. 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nr. 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nr. 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.
Tað er P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi í Føroyum og er kappingarstuðul í steypakappingini.