Sigur og á EM-gáttuni

Føroyska kvinnulandsliðið spældi ein av sínum bestu dystum og knógvaðu Ísland greitt, 35-30 Við Tjarnir í kvøld, hetta eftir at Føroyar vóru á odda 18-16 í hálvleikinum. Við sigrinum eru Føroyar nærum tryggjaðar eitt pláss í EM-endaspælinum í 2026.

Leikferðin var høg í fyrra hálvleiki og tað komu nógv mál frá byrjan. Tó vóru tað Føroyar, sum so líðandi stóðu seg betri, serliga í verjupartinum. Annika Fríðheim Petersen kom inn í føroyska málið eftir 13 minuttir, og har stóð hon við 50% í fyrra hálvleiki. Føroyska álopsspælið var sannførandi og munandi betri í mun til undanfarnu dystirnar móti Portugal. Spælið var skjótari og ferð eftir ferð funnu tær Pernille Brandenborg á strikuni, sum gjørdi 12 mál uppá 12 málmøguleikar í dag. Føroyar vóru frammanfyri 18-16 við steðgin.

Føroyska verjan helt fast í seinna hálvleiki, og tær íslendsku máttu stríðast hart fyri hvørt mál. Okkara øktu spakuliga og um miðjan hálvleik skrædnaði heilt, og vóru Føroyar á odda heili 31-23, tá 10 minuttir restaðu. Seinastu løtuna ráddi um at koyra sigurin heim og er plássið í EM-endaspælinum ógvuliga sannlíkt nú. Føroyar vunnu greitt 35-30.

Eftir dystin var Pernille Brandenborg, ógvuliga væl uppborið, kosin besti leikari í dystinum. Pernille spældi ein framúr góðan dyst. Hon spældi so at siga allan dystin, bæði í verju og álopið og gjørdi heili 12 mál, harav tvey uppá brotskøst.

Føroyar eru við hesum framvegis nummar tvey í EM-undanbólkinum og kunnu í ringasta føri blíva nr. 3 í bólkinum, har tað tó er sannlíkt at blíva ein av fýra teimum bestu trý´arunum, sum eisini koma til EM. Vinnur Montenegro móti Portugal í morgin, so er EM-endaspælið tryggjað. Føroyar spæla seinasta og avgerandi dystin í EM-undankappigini komandi sunnudag kl. 17.00, føroyska tíð, í Podgorica móti Montenegro. Kringvarpið vísir dystin.

Málskjúttar:
Pernille Brandenborg 12 (2)
Jana Mittún 7
Rannvá Olsen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Súna Krossteig Hansen 3
Brynhild Pálsdóttir 2
Natasja Hammer 2

Málverjar: 
Annika Fríðheim Petersen 47 min, 10 bjargingar, 36%
Rakul Wardum 13 min., 2 bjargingar, 14%

Dystargongdin Føroyar – Ísland:
5 min: 4-2
10 min: 7-7
15 min: 10-12
20 min: 14-13
25 min: 15-15
30 min: 18-16
35 min: 19-18
40 min: 23-19
45 min: 26-22
50 min: 30-23
55 min: 32-26
60 min: 35-30

Manslandsliðið úttikið

17. apríl 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM play-off dystirnar móti Bosnia-Hersigovina, sum verða ávikavist, á útivølli í Tuzla hósdagin 14. mai, og Við Tjarnir leygardagin 16. mai. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi.

Frakland, Pólland, Føroyar og Ukraina

16. apríl 2026

Katowice í Póllandi verður heimstaðurin hjá føroyingum og kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í EM-endaspælinum í desember. Við lutakastinum í Katowice í dag gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Frakland, Póllandi og Ukraina.

Tarmfelagið 50.000 frá Lions

15. apríl 2026

Lions Club hevur um dagarnar handað Tarmfelagnum ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti, sum vórðu spældir ávikavist í septembur í fjør og februar/mars í ár.

Ein loysn frá Sendistovuni