Gallaveitslan 2026

Gallaveitslan 2026 verður leygardagin 23. mai kl. 18.00 í Varpinum í Klaksvík við Stjørnuni sum fyriskipara.

Undirtøkan fyri árligu Gallaveitsluni í hondbólti hevur øll árini verið sera góð og er eitt av hæddarpunktunum valið av ársins leikarum, venjarum og dómarum. Aftur í ár verður Hondbóltsambandið ein virkin viðleikari í sambandi við tiltakið. Meðan Stjørnan hevur ábyrgdina av sjálvari veitsluni, verður tað HSF, sum stendur fyri atkvøðugreiðsluna um ársins heiðrar.

Stjørnan og HSF gleða seg at bjóða vælkomin til Gallaveitsluna 2026. Undirtøkan plagar at vera góð, og vónandi síggja vit leikarar, venjarar, dómarar, leiðarar og nevndarlimir, soleiðis at vit, saman við stóru stuðlunum hjá HSF og miðlunum, fáa eina rimmar veitslu, og ein góðan enda á hondbóltskappingarárið. Innbjóðing, skrá og kunning um tilmelding er send til feløgini.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni