Sámal Paulason – trumman, ið ber landsliðið fram

Tá føroyska kvinnulandsliðið fór á vøllin í gjár, var tað ikki bara spælið, sum merkist, tað var eisini stemningurin rundanum. Mitt í hesum stóð Sámal Paulason, við trummuni í hond, og skapti ein stemning fyri bæði spælarar og áskoðarar.

Sámal hevur í longri tíð verið ein trúfastur stuðul hjá kvinnunum. Við sínum eldhuga og trúfesti hevur hann verið ein fastur partur av upplivingini til landsdystir, har hansara trummusláttur er við til at lyfta stemningin og geva liðnum eina eyka orku.

Tað krevur ágrýtni at standa við síðulinjuna og halda lív í stemninginum gjøgnum allan dystin, men fyri Sámal er tað ein sjálvsøgd uppgáva. Hann er ikki bara áskoðari, men ein aktivur partur av liðnum uttanfyri vøllin. Stuðul sum hesin hevur stóran týdning. Tað er við til at styrkja sambandið millum leikarar og áskoðarar. Tá trumman ljóðar, kennist tað, bæði á vøllinum og á áskoðaraplássunum.

Hondbóltssamband Føroya vil takka Sámal fyri hansara stóra íkast og trúfesti. Fólk sum hann eru við til at gera føroyskan hondbólt til nakað heilt serligt.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni