Spennandi steypavika

Komandi dagarnar skulu Faxe Kondi steypafinalistarnar hjá monnum og kvinnum finnast. Fyrru hálvfinalurnar verða í kvøld, mikukvøld, og í annaðkvøld, og seinnu leygarkvøldið og sunnudagin. Vinnararnir yvir tveir dystir koma í finaluna.

Leiksskráin fyri hálvfinalurnar sær soleiðis út:
Mikudagin 7. februar kl. 20.00 Kyndil – VÍF (menn)

Hósdagin 8. februar
kl. 18.00 Neistin – H71 (kvinnur)
kl. 20.00 Neistin – KÍF (menn)
kl. 20.00 VÍF – Kyndil (kvinnur)

Leygardagin 10. februar kl. 18.00 VÍF – Kyndil (menn)

Sunnudagin 11. februar
kl. 14.00 Kyndil – VÍF (kvinnur)
kl. 16.00 H71 – Neistin (kvinnur)
kl. 18.30 KÍF – Neistin (menn)

Hálvfinalurnar kunnu stroymast í live.hsf.fo.

Faxe Kondi steypafinalurnar verða leiktar leygardagin 17. februar, kvinnur kl. 16.30 og menn kl. 19.00.

Íblástur við Peter Bredsdorff-Larsen

22. august 2024

Týsdagin 27. august verður íblástrarskeið við A-landsliðsvenjaranum Peter Bredsdorff-Larsen. Skeiðið verður í Høllini við Streymin.

U18-menn: Sigur og HM-atgongumerkið!

17. august 2024

Føroyar stríddu seg til eitt 15. pláss av 24 í EM-endaspælinum og vunnu samstundis seinasta HM-atgongumerkið til HM2025 í Slovenia. Eitt heilt fantastiskt avrik, har Føroyar vunnu 26-24 á Eysturríki, eftir at okkara vóru aftanfyri 11-13 í hálvleikinum.

Eysturríki verður mótstøðuliðið

16. august 2024

Seinnapartin gjørdist tað greitt, at mótstøðuliðið hjá U18-monnunum í dystinum um 15. pláss í EM-endaspælinum og HM25-atgongumerkið verður Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni