StÍF kæra avvíst

Aganevndin hevur mánadagin sent StÍF fráboðan um, at kæran, sum StÍF sendi inn eftir landskappingardystin A150 millum mansliðini hjá StÍF og VÍF, er avvíst.

Aganevndin vísir í avgerðini á, at avgerðin sum dómararnir tóku saman við dómaraborðinum í dystarstøðuni, var ein ítøkilig meting av dystarstøðuni, og at tílíkar ikki kunnu setast til síðis við einum mótmæli.

Avgerðin kann lesast her:

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Ein loysn frá Sendistovuni