U19-menn spennandi lutakast

Føroysku U19-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk H saman við Svøríki, Iran og Burundi.

Talan er um ein spennand bólk. Svøríki gjørdist nummar 2 í U18 EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 9. Liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini, har Svøríki vann 32-29. Iran gjørdist nummar 2 til asiatiska endaspælið, meðan Burundi gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum. Eftir innleiðandi umfarið verður Føroyar sett saman við bólk H, sum telur Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA.

Bólkarnir:
Bólkur A: Portugal, Kroatia, Ruanda, Algeria (Býur: Varazdin)
Bólkur B: Ungarn, Slovenia, Marokko, Ný Sæland (Býur: Varazdin)
Bólkur C: Egyptaland, Ísland Japan, Kekkia (Býur: Koprovinica)
Bólkur D: Spania, Suðurkorea, Brasil, Bahrain (Býur: Koprovinica)
Bólkur E: Danmark, Eysturríki, Kili, Meksiko (Býur: Rijeka)
Bólkur F: Noreg, Montenegro, Norðurmakedonia, IHF Trophy vinnari (Býur: Rijeka)
Bólkur G: Týskland, Argentina, Saudi Arabia, USA (Býur: Opatia)
Bólkur H: Svøríki, Føroyar, Iran, Burundi (Býur: Opatia)

HM verður leikt í Kroatia dagarnar 2. – 13. august í býunum Koprovinica, Varazdin, Rijeka og Opatia Føroyar skal spæla innleiðandi dystirnar í strandarbýinum Opatia.

Føroysku fyrireikingarnar til HM byrja við einari samling í apríl. Í mai og juni, eftir at heimliga kappingin e er liðug, kemur liðið at venja fast saman. Í juli mánaði verða tveir fyrireikingardystir móti Íslandi.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Ein loysn frá Sendistovuni