Stroymið ungdómslandsdystir

Í vikuskiftinum møtast íslendsku og føroysku U17- og U21-landsliðini í Kaplakriki, høllini í Hafnafirði. Dystirnir kunnu stroymast her: HSÍ – YouTube

Dystirnir liggja soleiðis (føroyskar tíðir):
Leygardagin 3. juni kl. 16.00 U17 Ísland – Føroyar
Leygardagin 3. juni kl. 18.30 U21 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 4. juni kl. 15.00 U17 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 4. juni kl. 17.30 U21 Ísland – Føroyar

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni