Ítróttarsamband Føroya og Føroya Ungdómsráð hava í felag, saman við ABC fyri sálarliga heilsu, sett fokus á trivnaðin í felagsskapum. Bæði Føroya Ungdómsráð og Ítróttasamband Føroya vara av nógvum sjálvbodnum frítíðarvirksemi.
Tryggja góða móttøku
Vit ynskja øll at hava kensluna: ”Her havi eg hug at koma aftur”, tá ið vit eru byrjaði í einum nýggjum felagsskapi. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt, eisini í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.
Dømi frá felagsskapum
Í faldaranum, sum ber heitið ”TAK VÆL ÍMÓTI” eru 4 dømi frá felagsskapum innan sjálvboði frítíðarvirksemi í Føroyum. Harafturat eru punkt undir hvørjum dømi við gerðum og loysnum. Eisini er spurningar, sum mælt verður til, at felagsskapir taka upp og arbeiða við í felag, fyri at tryggja ta góðu móttøkuna.
Smáar gerðir gera stóran mun
Vit skulu leggja okkum í geyma, at ofta eru tað tær smáu einføldu gerðirnar, sum kunnu gera stóran mun.
Faldarin vendir sær til limir, íðkarar og leiðarar í felagsskapum og til nevndarlimir, foreldur, venjarar, undirvísarar og hjálparfólk – t.e. øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapinum.
Faldarin kann skapa enn betur grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava tørv á fyri, at kunna trívast og mennast.
Vit vóna, at hesin faldarin verður viðvirkandi til at økja tilvitanina úti í felagsskapunum og geva ítøkiligar loysnir til ta góðu móttøkuna.
Faldarin fæst við at venda sær til Ítróttasamband Føroya ella Føroya Ungdómsráð.
Eisini kann faldarin heintast á heimasíðuni hjá FUR og ÍSF: https://bit.ly/2VKAEat