Tíðindi

Atgongumerki til Føroyar – Ukraina

7. apríl 2025

Fríggjadagin 11. apríl kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Ukraina til sølu. Dysturin verður sunnudagin 11. mai kl. 17.00 Við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo.

U19 HM-lutakast

7. apríl 2025

Í morgin, týsdagin 8. apríl kl. 18.00, verður lutakastið til U19 HM-endaspælið hjá monnum. Stroymið lutakastið her.

Rannvá avloysir Turið

31. mars 2025

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Litava í næstu viku. Rannvá Olsen er kallað inn fyri Turið Arge Samuelsen, sum hevur ein skaða at dragast við.

Kvinnulandsliðið úttikið

21. mars 2025

Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM play-off dystirnar móti Litava, sum verða, ávikavist, heima 9. apríl Við Tjarnir og sunnudagin 13. apríl í Jonava í Litava. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.

Atgongumerki til Kosovo – Føroyar

25. mars 2025

Ynskir tú atgongumerki til útidystin hjá monnum, Kosovo – Føroyar, so kanst tú boða frá við at senda teldupost til hsf@hsf.fo. Atgongumerkið kostar 60 kr.. Seinasta freist at biðja um atgongumerki er týsdagin 1. apríl.

Málverjadagur í páskafrítíðini

19. mars 2025

Vilt tu mennast sum málverji? Í páskafrítíðini skipar HSF aftur fyri málverjadøgum. Málverjadagarnir vera 14. og 15. apríl í Høllini á Hálsi frá klokkan 10.00 til 14.00.

Vunnu týdningarmikið stig

13. mars 2025

Leivur Mortensen skoraði í seinastu sekundunum og tryggjaði Føroyum ein týdningarmiklan javnleik, 32-32, móti Niðurlondum, eftir at Føroyar vóru á odda 18-14 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni