Í apríl skal A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti spæla tveir playoff dystir ímóti Litava um luttøku í HM endaspælinum, sum verður í november og desember í ár. Fyrri dysturin verður í Føroyum í stórhøllini við Tjarnir 9. apríl og seinni dysturin í Litava, sunnudagin 13. apríl.











