HSF og Mowi leingja

Stuðulsavtalan millum alifyritøkuna Mowi og HSF er longd fram til og við 2027. Longda avtalan varð undirskrivað í vikuskiftinum, har HSF var á smoltstøðini á Hellunum og alibrúkinum í Oyndarfirði og vitjaðu saman við við forsetanum í EHF, Michael Wiederer.

Mowi, fyrr Marine Harvest, hevur verið stórstuðul hjá HSF seinastu 12 árini, og vóru teir ein av fyrstu fyritøkunum, sum komu inn og vildu stuðla framsøknu ætlanunum í hondbóltinum. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, gjørdu ikki mætari enn at undirskriva sáttmálan úti við ein av aliringunum í Oyndarfirði leygardagin.

– Hans Jákup Mikkelsen, viðmerkir til nýggja sáttmálan, “vit í Mowi eru ógvuliga fegin og errin at stuðla tí eyðsýnda framburðin, sum hevur verið í føroyskum hondbólti seinastu árini. Harða arbeiði og úrslitini tala fyri seg, og landsliðini hava veruliga vunnið hjørtuni hjá føroyingum og vit gleða okkum til enn tvey endaspøl í vetur.”

– Gunn Ellefsen viðmerkir, “at stuðlarnir og stuðlasamstarvið eru ein fortreyt fyri at HSF kann virka á tí støði, sum vit eru komin til. Fleiri bóltar verða tveittir í mál á vøllinum, men eisini upp í luftina við økta virkseminum. Hesir mugu loftast og jonglerast, soleiðis at vit fáa sum mest burturúr tí vit hava. Vit seta okkum leypandi nýggj mál, og trúgva og drúgva samstarvið við Mowi er við til at bera okkum fram.”

Venjararáðstevna við Jordi Ribera

23. juni 2026

HSF bjóðar venjarunum í føroysku hondbóltsfeløgunum til venjararáðstevnu við m.a. kenda, spanska landsliðvenjaranum Jordi Ribera.

U20-landsdystir komandi vikuskiftið

22. juni 2026

Komandi leygar- og sunnudag, tann 27. og 28. juni, vera U20-landsdystir millum Føroyar og Ísland í Føroyum. Hin fyrri leygardagin kl. 16.00 á Hálsi og hin seinni sunnudagin kl. 17.00 á Skála. Hesir leikarar eru úttiknir til dystirnar og somuleiðis EM-endaspælið, sum byrjar tann 8. juli í Rumenia.

U17 EM-undankapping í Føroyum

19. juni 2026

Dagarnar 27. – 29. november 2026 verður stór U17 EM-undankapping fyri kvinnur leikt í Føroyum, har okkara fara at kappast við Ísland, Ísrael og Turkaland um tvey EM-pláss.

Ein loysn frá Sendistovuni