Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Hetta var fyrsta stóra tiltakið Við Tjarnir og er eingin ivi um, at stórhøllin er eitt frambrot fyri føroyskan hondbólt.


Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Hetta var fyrsta stóra tiltakið Við Tjarnir og er eingin ivi um, at stórhøllin er eitt frambrot fyri føroyskan hondbólt.

Kvinnulandsliðið savnast komandi viku til venjingar, sum liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Litava, ið vera ávíkavíst 9. og 13. apríl 2025.

Bæði kyndilskvinnur og H71-menn vóru betri í seinna hálvleiki í sínum dystum og tryggjaðu sær Faxe Kondi steypini 2025. Talan var um dystir í framúr, nýggjum kørmum og metstórari áskoðarafjøld til hondbóltsdyst í Føroyum.

Í apríl skal A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti spæla tveir playoff dystir ímóti Litava um luttøku í HM endaspælinum, sum verður í november og desember í ár. Fyrri dysturin verður í Føroyum í stórhøllini við Tjarnir 9. apríl og seinni dysturin í Litava, sunnudagin 13. apríl.

Stórur áhugið er fyri Faxe Kondi steypafinalunum í kvøld, og gongur atgongumerkjasølan sera væl til kvinnu- og mansfinaluna. Tað er um at vera útselt til dystirnar, og tí verður ongin søla við dyrnar í kvøld. Nøkur fá hundrað atgongumerki eru tó framvegis tøk. Atgongumerkini fáast til sølu á atgongumerki.fo. Atgongumerkini til steypafinalurnar eru ikki til ávís […]


Komandi vikuskiftið vera Faxe Kondi steypafinalurnar við Tjarnir. Stórur áhugið er fyri finalunum og gongur atgongumerkjasølan sera væl til kvinnu- og mansfinaluna.

Landsliðsvenjararnir hava, í fyrstu atløgu, úttikið 14 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum í mars. Ivamál eru kring ávísar leikarar, og hava venjararnir tískil gjørt av at bíða við at úttaka tveir teir seinastu.

Komandi vikuskiftið verða Faxe Kondi steypafinalurnar Við Tjarnir. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Komandi tíðina fer HSF at hava ein røð av dómaraskeiðum. Tvey vera í februar, tvey í mars og fýra í september.