Tíðindi

Føroyar í potti 2

20. februar 2024

Føroyska manslandsliðið er styrkismett sum nummar 20 í Europa í løtuni. EHF hevur kunngjørt styrkismetingina undan lutakastinum til næstu EM-undankappingina. Føroyar verða sostatt í potti 2 av 4 til lutakastið.

Steypavinnarar 2024

20. februar 2024

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum og var tiltakið aftur í ár sera væl vitja. 18 finalur vóru leiktar og hartil var eisini frálíka finalutiltakið saman við Eydnudeildini.

A-landsliðið hjá kvinnum úttikið

8. februar 2024

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 17 leikarar til EM-undandystirnar móti Luksemborg, ávikavist á úti- og heimavølli tann 28. februar og 3. mars.

Spennandi steypavika

7. februar 2024

Komandi dagarnar skulu Faxe Kondi steypafinalistarnar hjá monnum og kvinnum finnast. Fyrru hálvfinalurnar verða í kvøld, mikukvøld, og í annaðkvøld, og seinnu leygarkvøldið og sunnudagin. Vinnararnir yvir tveir dystir koma í finaluna.

Ovurhonds áhugi fyri U8

6. februar 2024

Komandi vikuskiftið verður aftur U8-kapping í Høllini á Hálsi, sum Neistin og Kyndil skipa fyri. Heili 91 lið hava meldað til kappingina, og er hetta ein týðuligu framgongd.

Atgongumerki til kvinnulandsdystir

1. februar 2024

Sunnudagin 3. mars og mikudagin 3. apríl spælir føroyska kvinnulandsliðið aftur heimadystir. Talan er um EM-undankappingardystir móti ávikavist Luksemborg og Svøríki. Atgongumerkini eru nú til sølu á atgongumerki.fo.

Ein loysn frá Sendistovuni