Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar fáast nú til keyps. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.


Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar fáast nú til keyps. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

A-landsliðið hjá monnum skal møta Norðurmakedonia í HM play-off dystunum í mai. Vinnarin yvir tveir dystir, ein úti og ein heima, kemur til HM-endaspælið í Danmark, Noreg og Kroatia.

Komandi leygardag, tann 27. januar, verður lutakastið til HM play-off dystirnar hjá manslandsliðnum. Lutakastið verður eftir EM-endahátíðarhaldi, sum byrjar kl. 13.00.

Pólland vann seinasta dystin í bólkaspælinum, 32-28 móti Føroyum. Liðini vóru ájavnt 15-15 í hálvleikinumEins og venjarin, Peter Bredsdorff Larsen ávaraði um frammanundan, so er Poland eitt sterkt lið við stórum og sterkum einstaklingum.

Tað skal nógv til fyri at Føroyar vinna seg til millumumfarið í EM-endaspælinum. Føroyar skulu vinna móti Póllandi og Noreg skal tapa móti Slovenia. Hartil skulu Føroyar vinnar 14 mál inná Noreg, sum hevur góða málúrtøku eftir 11 málssigurin á Póllandi.

Fyri fullsettari Mercedes Benz Arena skaptu okkara menn eina risa hondbóltssensasjón. Hóast aftanfyri 23-26, megnaðu okkara at koma afturíaftur við einum fantastiskum endaspurti og gjørdist úrslitið javnleikur, 26-26, móti hondbóltsrisaum, Noreg.

Føroyar vóru við so at siga allan dystin móti Slovenia, men ein vánalig løta í seinna hálvleiki seldi dystin til slovenar, sum vunnu 32-29, eftir javnleik 13-13 í hálvleikinum.

Belgia gav Føroyum skarpari gang í seinna vinardystinum í Høllini á Hálsi. Føroyar vunnu tó at enda tryggan sigur á 34-29, eftir at Belgia hevði verið á odda 16-15 í hálvleikinum.

Føroysku mennirnir vunnu greitt, 41-31, í tí fyrra av teimum tveimum EM fyrireikingardystunum í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum. Hálvleiksstøðan var 19-16 til Føroyar.

Nú er útselt til fyrra dystin millum Føroyar og Belgia, sum verður leiktur í kvøld kl. 19.30. Nøkur fá atgongumerki eru eftir til dystin í morgin, leygardagin kl 19.30.