Talan verður um vitjan av ovastu hondbóltsrók, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Danmark bresta saman.


Talan verður um vitjan av ovastu hondbóltsrók, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Danmark bresta saman.

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, hava úttikið hesar leikarar til EM-undandystirnar móti Rumenia og Danmarki 6. og 10. oktober.

Komandi vikuskiftið, leygardagin 11. og sunnudagin 12. september, verða fyrstu dystirnir í SMS- og Burn-kappingini kappingarárið 2021-22.

H71 vann báðar dystirnar um Lionsbikarið. Kvinnurnar vunnu rættiliga greitt móti StÍF 27-21, eftir hálvleikstøðuna 16-10.


Eins og feløgini leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár hesa tíðina, fyrireika dómararnir seg eisini.

Tað er nú greitt, at bólkur 4 til HM-undankappingina hjá monnum verður leiktur í Føroyum í tíðarskeiðnum 14. – 16. januar 2022.

Komandi fríggjadag kl. 19.00 verður almennur fyrilestur við Mads Hansen, altjóða hondbóltsdómara. Fyrilesturin verður hjá okkara høvuðstuðli BankNordik á Oknarvegi 5.

HSF og alifyritøkan Mowi hava longt verandi samstarvsavtalu fram til 2024. Mowi er ein av stórstuðlunum hjá HSF og bera øll landsliðini vørumerki Rinka á klæðunum.

StÍF, VÍF og H71 leggja til brots. Dystirnir um Lionsbikarið í hondbólti hjá kvinnum og monnum verða spældir sunnudagin 5. september, og hesaferð verður tað Epilepsifelagið, ið fær ágóðan.