H71 tvífaldur vinnari

H71 vann báðar dystirnar um Lionsbikarið.

Kvinnurnar vunnu rættiliga greitt móti StÍF 27-21, eftir hálvleikstøðuna 16-10.

Hjá monnum bleiv dysturin sera spennandi. H71 vann 33-31, eftir longda leiktíð. Vanligi dysturin endaði 28-28 og var hálvleikstøðan 14-13 til H71.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni