Trýstroynd móti Íslandi

Fyri fullsettari Laugardalshøll fingu Føroyar eina veruliga trýstroynd undan EM-endaspælinum í januar. Føroyar taptu 39-24 fyri einum topptunaðum íslendskum landsliðið. Hálvleiksstøðan var 20-15 til grannarnar.

Tað var eyðsýnt, at stórur fólksligur áhugi var fyri dystinum millum grannatjóðirnar. Íslendski forsetin, Gudny Jóhannesson, var til staðar á vøllinum fyri dystarbyrjan og tók í hondina á føroysku leikarunum saman við føroysku sendikvinnuni, Honnu í Horni. Eisini var Laugardalshøllin útseld við 2.500 áskoðarum.

Føroyska liðið var væl við í dystinum í fyrra hálvleiki. Liðini fylgdust og vóru Føroyar frammanfyri 12-11 tá 22 minuttir vóru leiktir. Føroyska verjan stóð hampuliga væl saman við Paula Jacobsen í málinum og stýrdi Elias Ellefsen á Skipagøtu væl í álopinum. 19-ára gamli Ísak Vedelsbøl kom um miðjan hálvleik inn í sínum fyrsta A-landsdysti og gjørdi eisini eitt mál í fyrra og eitt í seinna hálvleiki. Føroyska liðið gjørdi nógv rætt, men skutu okkara íslendska málverjan Viktor Hallgrimsson veruliga heitan móti endanum av hálvleikinum. Eisini vóru okkara óhepnir í fleiri 7 móti 6 álopstøðum og straffaðu íslendigar umgangandi í hinum endanum. Íslendingar runnu undan seinastu løtuna og fóru liðini til hálvleiks við 20-15 til Íslands.

Talan var um venjingardyst og var hetta eisini eyðsýnt í seinna hálvleiki. Nakað av ferðini fór úr dystinum og fingu bæði liðini flestu leikararnar royndar. Tað vóru bara Kjartan Johansen og Bjarni í Selvindi, sum ikki komu á vøllin fyri Føroyar í dag. Eisini hevði føroyska liðið heili 12 ymiskar málskjúttar í dystinum. Ísland sýndi tó størri breiddina og vóru tað teir sum øktu um leiðsluna í seinna hálvleiki. Sigurin bleiv helst óneyðuga stórur eftir heldur nógv føroysk mistøk einu løtuna í seinna hálvleiki og fingu íslendingar nógv løtt mál í hinum endanum. Endaliga úrslitið gjørdist 39-23.

Liðini møtast aftur í morgin, leygardagin kl. 17.30. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 (2)
Teis Horn Rasmussen 2
Ísak Vedelsbøl 2
Pætur Mikkjalsson 2
Vilhelm Poulsen 1
Leivur Mortensen 1
Hákun West av Teigum 1
Allan Norðberg 1
Pauli Mittún 1
Rói Berg Hansen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 6 bjargingar
Nicholas 4 bjargingar

Dystargongdin Ísland – Føroyar
5 min. 2-3
10 min. 6-4
15 min. 7-6
20 min. 11-11
25 min. 15-12
30 min. 20-15
35 min. 23-16
40 min. 27-18
45. min. 30-19
50 min. 33-20
55 min. 36-23
60 min. 39-24

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

14. oktober 2024

Nú stundar til at komandi EM-undankappingin hjá monnum byrjar. Í hesum sambandi hava landsliðsvenjarnir úttikið 18 leikarar til fyrstu dystirnar móti Kosovo og Ukraina.

Ein loysn frá Sendistovuni