U17-menn: Tepurt tap fyri Íslandi

Føroysku U17-dreingirnir spældu ein tættan og gevandi venjingardyst móti Íslandi í dag, sum Ísland vann 26-24, eftir javnleik 13-13 í hálvleikinum.

Føroyska álopsspælið var nakað stirvi fyrstu løtuna og vóru tað íslendingar, sum vóru frammanfyri fyrstu 15 minuttirnar. Íslendingar dekkaðu væl og skuldu okkara arbeiða hart fyri at koma til góðar kjansir. Føroyska liðið ernaðist tó og vóru tað okkara, sum vóru betri seinnu helvt av fyrra hálvleiki við góðari verju og álopsspælið.

Føroyska liðið var mestsum alt skift út í hálvleikinum, men hepnaðist minni væl fyrstu løtuna. Okkara høvdu ilt við at steðga sterku íslendsku skjúttunum á høgra og vinstra bakki. Ísland vann seg fram um 19-15 og runnu okkara aftaná restina av hálvleikinum.

Hjá Føroyum var Jákup Egholm eyðsýndur og gjørdi mál bæði á vinstra vongi, í skjótálopum, umframt 5 brotskøstum.

Liðini møtast aftur í morgin kl. 15.00, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast á youtube síðuni hjá íslendska hondbóltssambandinum HSÍ.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 10 (5)
Rúnar Hammer 3
Lýðar í Dímun 2
Haraldur Karlsson 2
Magnus Árason 2
Fríði í Innistovu 2
William Djurhuus 2
Jón Midjord 1

Málverjar:
Nóa Larsen 5 bjargingar
Ingi Johannesen 5 bjargingar

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni