U21-menn: Greitt tap fyri íslendingum

Føroyska U21-landsliðið tapti greitt 31-23 fyri íslendingum í kvøld, eftir hálvleiksstøðuna 15-11 til íslendingar.

Føroyska liðið fekk eina frálíka byrjan og komu okkara fram um 4-1 eftir 5 minuttir. Dysturin gjørdist tó so líðandi javnari og fylgdust liðini stóran part av hálvleikinum. Tað var ikki fyrr enn 5 minuttir fyri hálvleik, at Ísland vann seg nøkur mál fram um. Føroyska liðið royndi seg hesa løtuna við 7 móti 6 spælið, men hepnaðist hetta ikki væl og íslendingar fingu fleiri løtt mál. Á føroyska liðnum var tað serliga Pauli Jacobsen í føroyska málinum, sum stóð ein sera góðan hálvleik og hevði heili 16 bjargingar.

Seinni hálvleikur var sera misjavnur. Føroyska liðið byrjaði illa. Álopsspælið var styrvi við fleiri miseydnaðum innspølum til strikuna, og í verjuni slapp stóri skjúttin hjá íslendingum Tórstein Leo Gunnarsson alt ov lætt til skot. Tá okkara komu til kjansir vóru eisini fleiri av hesum misnýttir. Føroyska álopsspælið ernaðist nakað, tá Brian Slyne kom inn og hevði hann fleiri góðar atsóknir. Besti leikari á føroyska liðnum í seinna hálvleiki var tó ungi Ísak Vedelsbøl, sum stóð seg væl í verjuni og eisini fekk fleiri góð mál av strikuni.

Liðini hittast aftur í morgin kl. 17.30, føroyska tíð, og kann dysturin stroymast á youtube-síðuni hjá íslendska hondbóltssambandinum HSÍ.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Ísak Vedelsbøl 6
Kristoffur Bjørgvin 3
Pauli Mittún 3
Baldur Gillason 3
Brian Slyne 3
Bogi Hansen 2(1)
Hákun West av Teigum 2(1)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 16 bjargingar
Rói Borum Davidsen 3 bjargingar

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni