U17-menn: Taptu eisini seinna dystin

Føroysku U17-mennirnir taptu eisini seinna venjingardystin móti Íslandi. Úrstlið gjørdist 34-28, eftir 18-13 til íslendingar í hálvleikinum.

Dysturin byrjaði ikki væl fyri føroyska liðið og komu okkara afturum 3-0 eftir 5 minuttir. Okkara ernaðust tó eitt sindur og vunnu seg innaftur á íslendingar og var bert eitt mál á muni um miðjan fyrra hálvleik. Yvirtalsspælið hjá føroyingunum hepnaðist ikki serliga væl í dag og gjørdi føroyska liðið ov nógvar villur í álopinum. Hetta var størsti munurin á liðunum í fyrra hálvleiki. Liðini fóru til hálvleiks við 18-13 til Ísland.

Føroyska álopspælið hepnaðist betri í seinna hálvleiki, men helt verjan ongantíð í longri tíðarskeið. Føroyska liðið minkaði niður í tvey mál, men komu okkara ongantíð nærri.

Hóast tap í báðum dystunum hava Føroyar spælt tveir gevandi venjingardystir í vikuskiftinum, har allir leikarar hava sloppið at roynt seg. Næsta uppgávan verður European Open í Svøríki, dagarnar 3. – 7. juli.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 6 (1)
Rúnar Hammer 6
Jón Midjord 5
Filip Haldansen 4
Magnus Árason 2
Fríði í Innistovu 2
Lýðar í Dímun 2
Haraldur Karlsson 1

Sannførandi sigur á Eysturríki

24. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu tenn og góða breidd í seinna vinardystinum móti Eysturríki. Okkara vístu seg sera ágrýtnar og málsóknar og vunnu sannførandi 32-27, eftir at Føroyar vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

Ein loysn frá Sendistovuni