U21-menn: Hamskiftir og sigraðu

Føroysku U21-mennirnir spældu ein væl betri dyst í dag í mun til dystin í gjár móti Íslandi, sum okkara taptu 31-23. Føroyingar vunnu 31-30 í dag, eftir at okkara vóru frammanfyri 17-12 í hálvleikinum.

Tað var eyðsýnt, at føroyska liðið vildi tvátta stórtapið í gjár av sær. Okkara menn byrjaðu væl og løgdu seg á odda frá byrjan. Meira bit var í álopinum í dag, leikferðin hægri, verjan stinnari og í málinum stóð Pauli Jacobsen heilt væl. Hákun West av Teigum byrjaði inni í dag og gjørdi hann 8 mál longu í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 17-12 til Føroyar.

Seinni hálvleikur gekk javnt á, men vóru okkara allatíðina frammanfyri. Íslendingar royndu at koma heilt fram at verja í endanum av dystinum, men megnaðu okkara at halt tørn, millum annað við tveimum avgerandi bjargingum frá Paula Jacobsen seinastu løtuna. Pauli stóð sera væl og hevði 18 bjargingar í dystinum. Í seinna hálvleiki var tað serliga Pauli Mittún, sum ferð eftir ferð var vandamikil í álopinum mann móti manni og gjørdi fleiri góð mál.

Samanumtikið tveir ymiskir venjingardystir móti íslandi, har avrikið var væl betri í seinna dystinum. Liðið spældi uttan eyðsýnda spælskiparan Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum verður hvíldur eftir 5 harðar finalur um svenska meistaraheitið. Tað má samstundis ásannast, at tað er hørð kapping um tey 16 plássini, sum skulu takast út til U21 HM, sum byrjar um góðar tríggjar vikur. Liðið verður tikið út í komandi viku.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 11 (3)
Pauli Mittún 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Høj 3
Kristoffur Bjørgvin 2
Ísak Vedelsbøl 2
Ovi Lützen 2
Janus Dam Djurhuus 1

Málverji:
Pauli Jacobsen 18 bjargingar

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni