Føroysku U18-mennirnir fingu eina misjavna byrjan uppá EM-endaspælið. Neyvleikin vantaði í fyrra hálvleiki og vístu íslendingar styrki í seinna hálvleiki og vunnu 32-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-9 til Íslands.
Føroyska liðið fekk eina vánaliga byrjan uppá dystin og fóru tey fyrstu 6 av 7 skotunum, antin á træverkið, ella málverjan. Okkara komu til góðar møguleikar, men neyvleikin vantaði. Føroyar vóru tó væl við í dystinum, hetta takkað verjuni og Inga Johannesen føroyska í málinum. Okkara ernaðust tó og vóru omaná 5-4 eftir 15 min., men mistu takið eftir hetta. Útvísingar og brend skot kostaðu, og vóru íslendingar eirindaleysir og fóru undan. Hálvleiksstøðan var 15-9 til Ísland. Lýðar í Dímun fekk reyða kortið við steðgin, tá hann skeyt beinleiðis fríkast í andlitið á mótstøðuleikara.
Íslendska verjan stóð væl í seinna hálvleiki. Íslendingar høvdu gjørt av at verja føroysku vengurnar og geva plássið á uttaru síðunum av bakkunum. Hetta megnaðu okkara ov illa at gagnnýta, har spælið gekk ov nógv innyvir. Íslendingar høvdu mestsum avgjørt dystin eftir 40 minuttir, tá teir vóru frammanfyri við 10. Okkara høvdu onkra góða løtu, men megnaðu ikki veruliga at hótta sterku íslendingarnar, sum vunnu 32-23.
Eftir dystin var Magnus Árason kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Magnus spældi ein frálíkan dyst á høgri vongi og gjørdi 7 mál uppá 7 royndir, hóast plássið ofta var lítið. Næsti dystur hjá Føroyum er í morgin móti vertstjóðini Montenegro. Tann dysturin byrjar kl. 16.00, føroyska tíð. Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.
Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)
Dystargongdin Ísland – Føroyar
5 min. 1-1
10 min. 3-2
15. min. 4-5
20 min. 8-7
25 min. 11-8
30 min. 15-9
35 min. 17-10
40 min. 21-11
45 min. 22-14
50 min. 25-18
55 min. 28-20
60 min. 32-23
Málskjúttar hjá Føroyum:
Magnus Árason 7
Rúnar Hammer 7
Filip Haldansen 2
Lýðar í Dímun 2
Jákup Egholm 2 (1)
Erling Erlendsson 1
Pauli Rasmussen 1
Fríði í Innistovu 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 36 min., 6 bjargingar, 25%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 24 min., 4 bjarging, 25 %