Hóast ein góðan dyst móti einum sterkum kroatiskum liðið, so høvdu okkara ikki hepni við sær seinastu løtuna, tá dysturin skuldi avgerðast. Føroyar taptu 28-27, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 15-14 í hálvleikinum.
Tað vóru kroatar, sum byrjaðu dystin betri og komu fram um 3-0, áðrenn okkara svaraðu aftur. Føroyska liðið tóktist tendrað, og kempaðu okkara væl, hóast marginalarnir ikki vóru við fyrstu løtuna. Í føroyska álopinum var Rúnar Hammer sera vælleikandi við sínum ferðmikla, ágangandi spælið. Hann var flúgvandi og gjørdi heili 9 mál í fyrra hálvleiki. 5-1 verjan við Jákupi Egholm stóð eisini fyri tað mesta væl, hóast kroatar høvdu væl fleiri kilo á kroppinum. Okkara skuldu samstundis kempa harðari fyri málini og høvdu okkara eisini ávísar trupulleikar. Yvirtalsspælið hevur ikki verið nóg effektivt í kappingini, og var tað eisini ein trupulleiki í fyrra hálvleiki, tá kroatar fingu tvær útvísingar. Stríðsviljin var tó í hásæti, og vóru okkara hvassari seinastu løtuna fyri hálvleik og vóru frammanfyri 15-14 við steðgin. Ein frálíkur føroyskur hálvleikur.
Kroatar komu longur fram at verja Rúnar Hammer í seinna hálvleiki. Hetta gjørdi, at okkara høvdu ringt við at fáa glið og rútmu í álopsspælið og Føroyar máttu taka time-out eftir 12 minuttir og fóru at spæla 7 móti 6. Eisini fingu Føroyar tríggjar útvísingar fyrstu 10 minuttirnar, og gjørdi hetta at kroatar komu framum. Føroyar spældu 7 móti 6 í løtum og fekk hetta trýst kroatisku verjuna nakað aftur og gekk betur at koma til kjansir. Føroyska verjan, sum annars hevði staðið væl, mist so líðandi takið og vassaðu kroatar fleiri ferðir ígjøgnum á bakkplássunum. Dysturin lá og ridlaði seinastu 10 minuttirnar, men vóru okkara óhepnir seinastu løtuna og Kroatia vann 28-27.
Eftir dystin var Rúnar Hammer kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Rúnar Hammer var einastandandi í føroyska álopinum í dag, og var hann eisini toppskjútti við heili 12 málum. Føroyar skulu við hesum spæla um 15. pláss í EM-endaspælinum og verður tann dysturin móti, antin Kekkia ella Eysturríki, í morgin, leygardagin kl. 16.00. Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.
Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)
Dystargongdin Kroatia – Føroyar
5 min. 4-2
10 min. 6-4
15. min. 8-7
20 min. 10-10
25 min. 12-11
30 min. 14-15
35 min. 16-17
40 min. 18-18
45 min. 20-19
50 min. 22-22
55 min. 26-24
60 min. 28-27
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 12
Jákup Egholm 7 (5)
Magnus Árason 4
Jón Midjord 2
Haraldur Karlsson 1
Fríði í Innistovu 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 48 min., 6 bjargingar, 22%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 12 min., 11 bjargingar, 22%