Hóast slovenar vóru til at tosa við, so spældi føroyska U18-landsliðið undir støði, tá teir í dag taptu 35-25 móti Slovenia, eftir 17-13 í hálvleikinum. Teknisku villurnar vóru alt ov nógvar til at dysturin kundi blíva spennandi.
Føroyar fingu eina torføra byrjan uppá dystin og høvdu ringt við at fáa glið á álopsspælið, har slovenar tóku hædd á føroysku bakkarnar og góvu plássið á miðjuni. Støðan eftir 5 minuttir var 3-0 og Føroyar máttu taka leikbrá. Føroyska verjan stóð tó hampuliga væl saman við Bjarna Jacobsen í málinum og Lýðar í Dímun kom inn, og var hann vandamikil við skotum útifrá miðskeiðis fyri. Føroyar komu so líðandi inn í dystin og gekk javnt á, hetta til okkara gjørdi alt ov nógvar tekniskar villur, samstundis sum skot vóru brend seinastu 10 minuttirnar fyri hálvleik.
Føroyar fingu eina sera vánaliga byrjan uppá seinna hálvleik. Føroyska liðið fekk tvær útvísingar, brendu kjansir og gjørdu eitt hav av tekniskum villum í álopinum, har slovenar 5 ferðir kundu skjóta bóltin í tómt mál. Slovenar vunnu fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki 9-2. Okkara komu tó nakað við aftur í dystin. Ingi Johannesen kom inn í føroyska málið og hevði 5 góðar bjargingar á rað, samstundis sum Lýðar í Dímun gjørdi ein vørr í álopinum. Dysturin var tó longu avgjørdur. Endaliga úrstlitið gjørdist 35-25 til Slovenia.
Eftir dystin var føroyski málverjin, Ingi Johannesen, kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Ingi spældi bert 15 minuttir, men hevði 7 góðar bjargingar hesa stuttu løtuna. Næsti dystur hjá Føroyum verður hósdagin kl. 11.00, føroyska tíð móti Portugal. Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.
Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)
Dystargongdin Slovenia – Føroyar
5 min. 3-0
10 min. 4-2
15. min. 7-6
20 min. 10-9
25 min. 14-11
30 min. 17-13
35 min. 21-14
40 min. 26-15
45 min. 29-18
50 min. 29-21
55 min. 32-22
60 min. 35-25
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 9 (7)
Lýðar í Dímun 7
Pauli Rasmussen 2
Jógvan Andreas Lamhauge 2
Helgi Haldórsson 2
Filip Haldansen 1
Erling Erlendsson 1
Haraldur Karlsson 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 15 min., 7 bjargingar, 55%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 45 min., 5 bjargingar, 17 %