U19-kvinnur: Einki riggaði

Hóast Sveis út frá úrslitunum í kappingini burdu verið eitt lið Føroyar kundu spælt upp við, so bleiv talan um ein dyst, har Føroyar ongantíð veruliga vóru við. Skotneyvleikin var ikki til staðar og okkara fingu ongantíð tingini at rigga.

Talan gjørdist um ein fyrra hálvleik, har lítið riggaði hjá føroyska liðnum. Sveis yvirraskaðu við at fara heilt út í Ró Reginsdóttir í løtum, hetta soleiðis at hon ikki fekk lagt fyrsta trýstið. Hetta órógvaði føroyska spælið almikið, og var tað eisini eitt stórt skot búgvin at toppskjúttin á føroyska liðnum, Silja Eystberg, beklaði eftir 5 minuttir. Føroyar brendu tey fyrstu 7 skotini í dystinum og høvdu sum heild ikki hepni, marginalar og dømingar við sær. Sveis sat á øllum og vóru frammanfyri heili 16-6 í hálvleikinum.

Munurin øktist fyrstu løtuna av seinna hálvleiki og var alt væl og virðiliga avgjørt. Silja Eystberg var tíbetur aftur á vøllinum og fekk tvey mál fyrstu løtuna, men sat annars uttanfyri tað mesta av dystinum. Dysturin var farin og mátti hópurin royna at savna seg og hyggja frameftir til næstu dystirnar. Sveis útspældi Føroyar í dag og vunnu stórsigur 30-14.

Eftir dystin var Elida Joensen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Hóast truplar umstøður kempaði hon sum altíð væl í føroysku miðverjuni. Við ósigrinum í dag er nú greitt, at Føroyar ikki røkka einum HM26-plássið og skulu spæla um 17. – 24. pláss í kappingini. Plaseringsdystirnir verða hós-, fríggja- og sunnudagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Føroyar – Sveis:
5 min. 0-3
10 min. 1-6
15 min. 3-8
20 min. 5-10
25 min. 6-12
30 min. 6-16
35 min. 7-19
40 min. 8-23
45 min. 10-25
50 min. 11-26
55 min. 13-28
60 min. 14-30

Málskjúttar hjá Føroyum:
Mira Bendix Laursen 3
Silja Geirsdóttir Eystberg 3 (1)
Rakul Borgarlíð Joensen 2 (1)
Marjun Jansdóttir 2
Agatha Djurhuus 1
Joan Johannesen 1
Elida Joensen 1
Marta Højgaard 1

Málverjar:
Gylta á Neystabø 21%
Anita Dahl 14%

Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum til HM-endaspælið hjá monnum

8. juni 2026

Komandi mikudag, tann 10. juni kl. 16.00, føroyska tíð, verður lutakastið um bólkabýtið til HM-endaspælið hjá monnum. Tá verður eisini greitt, í hvørjum býi Føroyar skulu spæla í og hvørji mótstøðuliðini verða. Tað einasta sum er greitt, er at Føroyar ikki koma at spæla í Stuttgart og koma ikki í bólk við Fraklandi ella Italia.

Starvsnevndin óbroytt

8. juni 2026

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Klaksvík. Sitandi starvsnevnd heldur fram.

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

7. juni 2026

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni