U19-kvinnur: Fyrstu EM-stigini

Við einari vælleikandi Silju Geirsdóttir Eystberg á odda vunnu Føroyar fyrstu EM-stigini til eitt ungdóms-EM-endaspæl á kvinnusíðuni. Føroyar vunnu ein tryggan 32-25 sigur á Finnlandi.

Finska liðið hevði víst góðar taktir higartil í kappingini, og høvdu tær yvirtakið fyrstu løtuna. Teirra 5-1 verja órógvaði føroyska spælið, og spældu okkara við ov stórum váða. Føroyska verjan stóð tó væl saman við Gyltu á Neystbø í málinum og fingu trýst finsku skotini. Finnar brendu illa um miðjan hálvleik, og gjørdi hetta at okkara komu nøkur mál framum. Í føroyska álopinum vóru tað serliga Ró Reginsdóttir og Silja Eystberg sum gjørdu um seg, hin fyrra við kvikum gjøgnumbrotsspæli og hin seinna við góðum langskotum. Føroyar vóru frammanfyri 15-12 í hálvleikinum.

Finnland fekk betru byrjanina uppa seinna hálvleik og javanaðu til 15-15 eftir bert tríggjar minuttir. Okkara gjørdu nógvar tekniskar villur og fingu eisini tvær útvísingar fyrstu løtuna. Føroyar funnu seg tó skjótt til rættis og tóku leiðsluna við Ró Reginsdótti á odda í álopinum. Finska liðið hevði tað trupult restina av dystinum og vísti Føroyar hægri góðsku seinastu 25 minuttirnar og vunnu trygt 32-25.

Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Skotini hjá Silju sótu serstakliga væl í dag og var hon eisini trygg við brotskøstunum. Hon gjørdi heili 13 mál. Næsti dystur hjá Føroyum er í morgin kl. 11.00 móti Sveis. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Finnland – Føroyar:
5 min. 3-1
10 min. 4-5
15 min. 5-8
20 min. 6-10
25 min. 8-12
30 min. 12-15
35 min. 15-16
40 min. 17-21
45 min. 18-23
50 min. 19-25
55 min. 22-28
60 min. 25-32

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 13 (4)
Ró Reginsdóttir 5
Joan Johannesen 5
Agatha Djurhuus 3
Elida Joensen 2
Rakul Borgarlíð Joensen 2
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Marta Højgaard 1

Málverjar:
Gylta á Neystabør 34%

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni