U19-kvinnur: Tætt móti Spania

Føroysku U19-kvinnurnar taptu fyri løtu síðani 29-28, móti kappingarfavorittunum Spania. Hálvleiksstøðan var 16-13 til Føroyar. Føroyar eru tó víðari til hálvfinaluna sum nr. 2 og verður greitt seinni í dag, hvørjar okkara møta leygardagin, Slovenia, Litava ella Estlandi.

Talan var um ein stóran bita, tá Føroyar skuldi møta Spania í dag. Fyri einum ári síðani vann Spania heili 36-23 á Føroyum í HM-endaspælinum í Makedonia. Tað var tó greitt frá byrjan, at okkara vildu gera tað betri í dag. Dysturin byrjaði við sera høgari leikferð og gekk javnt á fyrstu løtuna. Spanska verjuspælið var ágangandi í 4-2 formasjón, men megnaðu okkara at spæla seg til málkjansir. Føroyaska liðið var veruliga vælspælandi í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, samstundis sum Silja Müller stóð væl í føroyska málinum og vóru tað okkara, sum løgdu seg fram um. Hálvleiksstøðan var 16-13 til Føroyar.

Hóast verjan stóð hampuliga væl, so vóru okkara heldur óhepnar í fleiri støðum í byrjanini av seinna hálvleiki og át Spania føroysku leiðsluna upp eftir 5 minuttum og løgdu tær seg á odda. Liðini fylgdust, men var tað fyri tað mesta Spania, sum var omaná. Okkara komu tó aftur og var javnleikur, tá 5 minuttir restaðu. Okkara høvdu tó ikki hepni og neyvleikan seinastu løtuna og koppaði dysturin til Spania Dysturin endaði 29-28 til Spania. Hóast tap var talan um ein góðan dyst hjá føroyska liðnum móti einum sera sterkum sponskum mótstøðuliði.

Eftir dystin var føroyski høgri bakkurin, Maria Pálsdóttir Nólsoy, kosin besti føroyski leikarin í dystinum.

Føroyar skulu nú spæla hálvfinalu leygardagin. Greitt verður seinni í dag hvørt mótstøðuliðið verður Estland, Litava ella Slovenia. Allir dystir kunnu stroymast gratis á ehftv.com.

Lesið alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
W19 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Dystargongdin:
5 min. 2-2
10 min. 4-3
15 min. 6-4
20 min. 7-8
25 min. 10-12
30 min. 13-16
35 min. 18-17
40 min. 19-19
45 min. 23-22
50 min. 24-22
55 min. 27-26
60 min. 29-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Bjørk F. Joensen 6
Lukka Arge 5(2)
Karin Egholm 4
Lea Mohr 3
Maria P. Nólsoy 3
Barbara Hammer 3
Silja Heðinsdóttir 1
Anna Elisabeth H. Weyhe 1
Inga Maria Roysdóttir 1
Sára Lagos 1

Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar Við Tjarnir fáast nú til keyps

9. februar 2026

Møguleiki er at keypa fimm ymisk atgongumerki. Til fríggjakvøld, leygardag barnafinalur, leygardag kvinnur og menn, og sunnudag. Eisini ber til at keypa eitt vikuskiftispass fyri serprís.

Frótt er høvur á fullum maga

9. februar 2026

Fyritøkan Mál og Hondbóltssamband Føroya hava skrivað undir stuðulsavtalu fyri tey næstu tvey árini. Mál er við hesum millum annað at síggja á brókunum sum landsliðsleikararnir spæla dystir í. Fyritøkan framleiðir m.a. matpakkar og koyrir teir út á skúlar, og er matveitari til fleiri av tiltøkunum sum Hondbóltssambandi Føroya skipar.

Ítróttafagnaður 2025

9. februar 2026

Hjartaliga til lukku tit øll! Vit eru so errin av tykkum øllum. Takk fyri tykkara áhaldni og ótroyttuligu orku til hondbóltin.

Ein loysn frá Sendistovuni