U19-kvinnur: Eru í hálvfinalunum

Føroysku U19-kvinnurnar vunnu aftur stórsigur í dag, tá okkara vunnu 40-22 á Turkalandi, eftir hálvleiksstøðuna 21-11. Við hesum eru Føroyar tryggjaðar pláss í hálvfinaluni og verður dysturin hósdagin móti Spania avgerandi fyri, hvør verður nr. 1 og 2 í bólkinum.

Føroyska liðið setti seg á dystin frá byrjan og kláraðu okkara at pressa turkisku kvinnurnar til at gera nógvar villur. Hetta skapti nógv skjótálop til Føroyar og skoraðu okkara vengur væl í dag. Í málinum stóð Silja Müller aftur væl í dag og tók hon pippið frá turkisku skjúttunum. 16-ára gamla Gylta á Neystabø kom inn í føroyska málið í seinna hálvleiki og hevði hon eisini fleiri góðar bjargingar. Dystargongdin í seinna hálvleiki minti um hana í fyrra, og vóru tað serliga føroysku vengurnir, sum stóðu fyri málskjótingini. Føroysku vengurnir, Karin, Lea, Silja og Inga Maria gjørdu tilsamans 21 av føroysku 40 málunum.

Eftir dystin var føroyski høgri bakkurin, Bjørk Franksdóttir Joensen, kosin besti føroyski leikarin í dystinum.

Føroyar skulu nú spæla móti Spania hósdagin kl. 13.15 og kemur hesin dysturin at avgera, hvør verður nr. 1 og 2 í bólkinum og hvør skal møta hvørjum í hálvfinalunum.

Lesið alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
W19 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Dystargongdin:
5 min. 2-3
10 min. 4-9
15 min. 5-12
20 min. 7-16
25 min. 9-18
30 min. 11-21
35 min. 11-23
40 min. 12-25
45 min. 14-30
50 min. 16-32
55 min. 16-39
60 min. 22-40

Málskjúttar hjá Føroyum:
Karin Egholm 7
Silja Heðinsdóttir 6
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6
Lea Mohr 5
Inga Maria Roysdóttir 3
Lukka Arge 3 (2)
Barbara Hammer 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Sára Lagos 2
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð 1


Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 37%

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni