U19-kvinnur: Góð byrjan uppá kappingina

Við stórsigri, 46-24 á Bulgaria, hava føroysku U19-kvinnurnar fingið eina góða byrjan uppá EHF Championship kappingina í Litava. Føroyar vóru frammanfyri 22-8 í hálvleikinum.

Tað var greitt undan dystinum, at Bulgaria helst var veikasta liðið í bólkinum, og fór dysturin tískil at vera ein spurningur um at fáa ein góða byrjan uppá kappingina, spælið at koyra og allar leikarar í spæl. Hetta eydnaðist fyri tað mesta væl. Føroyska liðið byrjaði væl og spældi ein góðan fyrra hálvleik. Verjan stóð væl saman við Silju Müller í málinum og fingu okkara nógv skjótálop burturúr hesum og fyri tað mesta gekk væl at fáa mál á øllum plássum. Dysturin var við hesum longu avgjørdur í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur var brúktur uppá at royna ymsar uppstillingar. Tað kann vera trupult at spæla ein dyst fyri fullari kraft, tá hann longu er avgjørdur og stóð verjan ikki heilt líka væl í løtum. Men tað gekk framvegis væl at skjóta mál og blivu tað til heili 46 móti 24.

Eftir dystin var Lukka Arge kosin til dagsins leikara hjá Føroyum. Lukka var álitið í miðverjuni hjá Føroyum og skoraði eisini 4 brotskøstini, umframt tvey langskot.

Spania vann hin dystin í bólkinum, 41-21, móti Turkalandi. Føroyar møta Turkalandi í morgin, týsdagin kl. 13.15. Dysturin kann stroymast á ehftv.com

Málskjúttar Føroyar – Bulgaria
Lukka Arge 6 (4)
Silja Heðinsdóttir 6
Bjørk F. Joensen 6
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6
Lea Mohr 5
Karin Egholm 4
Barbara Hammer 4
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð 2
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Inga Maria Roysdóttir 2
Sára Lagos 2
Karina Debes Heinesen 1

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni