U19-kvinnur: Eru í finaluni!

Føroyar vunnu við trimum málum, tá Slovenia var mótsstøðuliðið til HM-endaspælið í fjør. Lagt varð upp til eina tætta hálvfinalu, og tað gjørdist so sanniliga ein slík í Litava í kvøld. Føroyar vunnu 37-36 eftir brotakast kapping.

Føroyska liðið var annars nógv betri fyrstu løtuna og hevði eina leiðslu á 4-5 mál eina góða løtu. Álopsspælið var flótandi, og fyriuttan nøkur skot av vinstra vongi vóru tær føroysku ógvuliga tryggar í skotinum. Verjuparturin hekk væl saman fyrstu stóru tíggju minuttirnar, men so kom Slovenia lættari til millum annað langskot mitt fyri og innspøl til strikuna, og Føroyar byrjaðu at missa tamarhaldið á dystinum.

Hetta var eisini tí, at Slovenia var komið eitt sindur longur út at verja, og Maria Pálsdóttir Nólsoy so gott sum varð tikin burturúr. Føroyska liðið skuldi nýta eina løtu at finna loysnir – ein part av hálvleikinum blakaði liðið ov lætt bóltar burtur og tók skeivar og heldur skjótar avgerðir í millum annað yvirtalinum. 

Síðsta løtan av fyrra hálvleiki var góð frá føroyskari síðu, og í umleið tjúgu leikminuttir lá leiðslan millum eitt og trý mál. Føroyar sluppu tó ikki avstað og millum annað tí, at tær fingu tó ikki loyst verjupartin fyrrenn seinastu minuttirnar av 2. hálvleiki – tá okkara dekkaðu 5-1, og óvissi sníkti seg inn hjá Slovenia. Annars kom mótstøðuliðið heldur lætt til málini, og í mun til dystin móti Spania vóru bjargingarnar ikki har. Hetta var ein dystur merktur av nógvum málum – og eisini nógvum útvísingum.

Tað sum eisini gjørdi, at tað eina løtu sá út til at koppa til Slovenia, var at brend skot høvdu sníkt seg inn. Føroyska liðið hevði annars havt høgan skoteffektivitet – millum annað var toppskúttin Karin Egholm fyri tað mesta ísakøld av vinstra vongi, og Maria, Anna Elisabeth og Bjørk í bakketuni tóku stóra ábyrgd í samband við fleiri mál. Tað merktist á ymsan hátt, at nógv stóð uppá spæl. Føroyar brendu tríggjar upplagdar møguleikar seinastu seks minuttirnar, millum annað fyri at so at siga avgera dystin, men nógv onnur góð mál gjøgnum hálvleikin og sterkari verjupartur síðstu minuttirnar vóru nóg mikið til at tryggja Føroyum brotsskastskapping. Farið var beinleiðis til tað og ikki til longda leiktíð.

Slovenia hevði fyrsta skotið, men Silja Arngrímsdóttir Müller fór rættan vegin, og bólturin endaði á stongini. Lukka Arge, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Bjørg Franksdóttir Joensen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe vóru púra tryggar, og harvið kundi Silja avgerða alt við góðari bjarging.

Føroysku málskjúttarnir (Fyriuttan br.kappingina): 
Karin Egholm 8 mál
Bjørk Franksdóttir Joensen 5 mál
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 mál
Silja Olivia Heðinsdóttir 4 mál
Barbara Hammer 2
Lukka Arge 2 mál (1)
Lea Mohr 1
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1

Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar Við Tjarnir fáast nú til keyps

9. februar 2026

Møguleiki er at keypa fimm ymisk atgongumerki. Til fríggjakvøld, leygardag barnafinalur, leygardag kvinnur og menn, og sunnudag. Eisini ber til at keypa eitt vikuskiftispass fyri serprís.

Frótt er høvur á fullum maga

9. februar 2026

Fyritøkan Mál og Hondbóltssamband Føroya hava skrivað undir stuðulsavtalu fyri tey næstu tvey árini. Mál er við hesum millum annað at síggja á brókunum sum landsliðsleikararnir spæla dystir í. Fyritøkan framleiðir m.a. matpakkar og koyrir teir út á skúlar, og er matveitari til fleiri av tiltøkunum sum Hondbóltssambandi Føroya skipar.

Ítróttafagnaður 2025

9. februar 2026

Hjartaliga til lukku tit øll! Vit eru so errin av tykkum øllum. Takk fyri tykkara áhaldni og ótroyttuligu orku til hondbóltin.

Ein loysn frá Sendistovuni