VÍF víðari í European Cup

Mennirnir úr Vestmanna hava tryggjað sær víðari luttøku í European Cup eftir ein eitt-málssigur í gjár og tvey-máls sigur í dag á Handball Esch úr Luksemborg.

VÍF skrivar soleiðis á teirra síðu:

Okkara menn hava tryggjað sær víðari luttøku til triðja umfar í Evropa Cup. Tað gjørdist greitt, tá teir í kvøld vunnu seinna dystin ímóti Esch úr Luksemburg. VÍF vann 30-28. Í gjár vann VÍF 31-30.

Teir í gulum og bláum spældu ein sera góðan fyrra hálvleik, har teir serliga stóðu væl í verjuni.

Tá farið varð undir seinna hálvleik, var VÍF á odda við fýra málum, men eins og í dystinum í gjár, varð leiðslan etin upp. Filip Jojic varð mansvardur og tað tyktist at órógva okkara spæl, samstundis sum verjan misti takið einu løtuna. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kundi Ecsh leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum.

VÍF raknaði tó við aftur og síðstu 10 minuttirnir gjørdust ógvuliga spennandi, har tað eins og í gjár ongantíð var meira enn eitt mál á muni. Okkara menn stríddust framúr væl, sum varð avgerandi fyri, at sigurin fór til Vestmannar.

Málskjúttar:
Kristoffur Bjørgvin 8
Filip Jojic 8 (2)
Andrias Eriksen 6
Hallur Arason 2
Djóni Bárðarson Nielsen 2
Tróndur Johnson 1
Eyði Bjargarson 1
Jóhannus Bjørgvin 1
Jón Múller 1

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni