Eitt gott heildaravrik

Føroyar taptu 23-19 móti Sveis í sínum triðja og síðsta HM-undankappingardysti.

Verttjóðin var stórfavorittur undan dystinum, men føroysku kvinnurnar góvu sveisiska liðnum harða mótstøðu.

Føroyska verjan var góð, men Føroyar gjørdu ov nógvar villur í álopinum og miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Sveis seg á odda. Hálvleiksstøðan var 11-8.

Sveis helt leiðsluni í seinna hálvleiki, men tær sluppu tó ongantíð longur enn fýra mál, sum eisini var endaligi málmunurin.

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari, er nøgdur við avrikið hjá Føroyum í tveimum teimum síðstu dystunum.

Hoyr landsliðsvenjaran og liðskiparan, Bjartu Johansen taka samanum her. 

 

 

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

17. januar 2020

Hetta vikuskiftið byrjar Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum. Ungdómsliðini byrjaðu longu fyri jól og eru U18 finalistarnir longu funnir.

Føroya Tele stuðlar hondbóltinum

17. januar 2020

Hondbóltssambandið og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu og verður Føroya Tele nú ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.

Fyrsti sigur í HM-undankapping

12. januar 2020

Føroyar hava í dag vunnið sín fyrst sigur í einari HM ella EM-undankapping. Dysturin móti Luksemborg endaði 24 – 22, eftir 11-10 í hálvleikinum Luksemborg – í Luksemborg.