Føroyafjepparar til landsdyst

Føroyar! Føroyar! varð rópt á hálvbrotnum føroyskum.

Eini hjún úr Sveis og ein maður úr Týsklandi hava verið trúføst til hvønn dyst hjá føroyska kvinnulandsliðnum í HM-undankappingini í Sveis.

Fyrstu ferð Aurelio Balbis sá ein landsdyst hjá Føroyum, var í 2000, tá A-landsliðið við monnum í fótbólti spældi móti Sveis á útivølli.

– Eg gjørdist so áhugaður í hesum lítla landinum, tí æran at spæla fyri landið lýsti úr leikarunum. Eg minnist at John Petersen skoraði fyri Føroyar, men at Sveis vann 5-1. Síðan tá havi eg fylgt væl við í føroyskum ítrótti, greiðir Aurelio frá, sum eisini hevur verið tvær ferðir í Føroyum.

Føroyafjepparin hevur síðan tá sæð eina rúgvu av landsdystum hjá Føroyum og tá hann hoyrdi at føroysku hondbóltskvinnurnar skuldu til Sveis til HM-undankapping, var hann skjótur at keypa sær og konuni atgongumerkir til allar tríggjar dystirnar.

28 ára gamli Stefan Schmidt úr Týsklandi kann bara taka undir við Aurelio. Hann gjørdist hugtikin av Føroyum, tá hann sá dystin millum Føroyar og Týskland í fótbólti í Hannover í 2001. Hann hevur síðan tá ferðast runt í Evropa og hugt eftir Føroyum í hondbólti og fótbólti.

– Tað er ein heilt annar andi og samanhald millum føroyingar. Allir leggja stóra orku í at stríðast fyri land sítt og tað dámar mær væl. Tað er vorðið so stuttligt at fylgja við føroyskum landsliðum, tí eg eri komin at kenna Aurelio og fleiri føroyingar. Eg havi ongantíð enn verið í Føroyum, men tað sleppi eg vónandi skjótt, sigur Stefan.

 

 

 

 

U18 og U20 til stórar kappingar

6. november 2019

Ungdómslandsliðini hjá monnum skulu taka lut í spennandi EM-kappingum komandi summar. 

Spennandi lutakøst fyri framman

1. november 2019

Mánadagin 4. november verður kastað lut hjá U18- og U20-manslandsliðunum U18 og U20.

Starvslýsing – Søkt verður eftir samskipara

30. oktober 2019

Spennandi starv sum samskipari hjá Hondbóltssambandi Føroya hálva ella fulla tíð er nú leyst at søkja.