Ikki nóg kaldar

Hóast føroyska kvinnulandsliðið reisti seg og vann 29-28 móti Kosovo í dag, so var tað ikki nokk til at koma víðari til næsta umfar í HM-undankappingini.

Fyri fullsettari høll í Istog í Kosovo var maksimalt trýst á føroyska liðnum. Okkara skuldu vinna við trimum málum eftir 29-26 ósigurin í gjár. Føroyska liðið hevði møguleikan at fáa síðsta málið til 30-27 og harvið samlaða sigurin seinasta álopið, tá 9 sekund vóru eftir, men bólturin var fiskaður og so Kosovo um munin í tómt mál við dystarlok.

Føroyska liðið vísti betri álopspæl í fyrra hálvleiki í dag, í mun til í gjár, og komu í flestu álopunum til góðar kjansir. Liðið hevði fleiri góð innspøl til strikuna, har Pernille Brandenborg fekk tvey mál og tvey brotskøst. Eisini kom Rannvá Olsen væl ígongd á vinstra vongi og fekk 4 góð mál. Jana Mittún var enn sum áður ágangandi og breyt ferð eftir ferð ígjøgnum verjuna og skeyt 5 mál í fyrra hálvleiki. Stóri spælarin í fyrra hálvleiki var tó málverjin Rakul Wardum, sum kom inn um miðjan hálvleik og hevði heili 8 bjargingar.

Verjan hekk aftur heldur illa saman í dag og komu leikarar ferð eftir ferð at standa ov einsamallir. Hartil fór størsti parturin av langskotunum hjá stórskjúttanum Leonora Demaj inn. Hon skeyt 9 mál í fyrra hálvleiki. Føroyska liðið var, hóast hetta, frammanfyri størra partin av fyrra hálvleiki, tað einu løtuna við trimum, áðrenn Kosovo minkaði aftur.

Føroyar góðar byrja uppá seinna hálvleik og vunnu seg trý mál fram um eftir 38 minuttir. Hereftir gjørdist tættari aftur og fylgdust liðini eina løtu og var Kosovo eisini frammanfyri við tveimum. Føroyska verjan fekk tó brádliga væl fatur um miðjan seinna hálvleik og bardi føroyska liðið seg innaftur í dystin seinastu løtuna og var tað Rakul Wardum í føroyska málinum, sum var stóri munurin. Hóast hetta, so vóru okkara ikki nóg kaldar seinastu løtuna. Føroysku vengurnir høvdu ov lág skoringsprosent í seinna hálvleiki og kiksaðu okkara ov nógv í avgerandi løtum, harímillum seinasta álopið, tá samlaða støðan kundi avgerðast til føroyska fyrimun.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Marianna Geirsdóttir Eystberg 6 (5)
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 4
Rannvá Olsen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Pernille Brandenborg 2
Vár Zachariasen 2
Maria H. Weyhe (2)

Málverjar:
Rakul Wardum 15 bjargingar
Annika Fríðheim Petersen 1 bjarging

Dystargongdin:
Kosovo – Føroyar
5 min. 2-3
10 min. 7-6
15 min. 9-8
20 min. 10-10
25 min. 14-16
30 min. 16-16
35 min. 17-19
40 min. 21-21
45 min. 23-23
50 min. 25-25
55 min. 26-27
60 min. 28-29

H71 eitt mál ov stuttar til brotskastkapping

18. november 2024

European Cup er av fyri H71-kvinnur á hesum sinni, men  Tað var um reppið, at H71 og grikska A.C. Paok skuldu út í brotskastkapping í Hoyvík.

European Cup í Hoyvík

15. november 2024

Í kvøld og sunnudagin eru European Cup dystir aftur á skrá. Hesaferð í Hoyvík, har H71-kvinnur taka ímóti A.C. PAOK úr Thessaloniki úr Grikkalandi.

Fullu í seinna hálvleiki

10. november 2024

Hóast tamarhald í góðar 45 minuttir, so hendi ein niðurbræðing av føroyska liðnum seinastu 15 minuttirnar. Føroyar taptu 35-32 fyri Ukraina, eftir at okkara vóru frammanfyri 17-14 í hálvleikinum

Ein loysn frá Sendistovuni